Fleiri fólk til arbeiðis í fiskivinnuni í Norðoyggjum

Norðoyingar skulu ikki lata so illa at nýggju fiskivinnuskipanini, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

 Tað arbeiða fleiri fólk í fiskivinnuni í Norðoyggjum í dag enn tað gjørdi fyri nøkrum árum síðani.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum. Nú Løgtingið hevur samtykt eina nýggja fiskivinnuskipan, hevur ágangurin verið harður á samgonguna, helst úr Norðoyggjum. 

 

Men nú Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, vildi Høgni Hoydal mótprógva, at støðan í Norðoyggjum er versnað so nógv. Í hesum hesum sambandi vísti hann á, at frá 2004 til 2008, lækkaði talið á fiskimonnum í Norðoyggjum, úr 614 fiskimonnum, niður í 441 fiskimenn Sostatt mistu 173 fiskimenn og útróðrarmenn arbeiðið hesi árini. 

 

Árini eftir lækkaði tað aftur eitt vet, men undir hesi samgonguni er talið hækkað aftur, so at tað nú eru 31 fiskimenn og útróðrarmenn fleiri í Norðoyggjum enn tað vóru, tá ið hendan samgongan tók við.

 

Samstundis lækkaði talið á teimum, sum arbeiddu í fiskiídnaðinum á landi úr 310 fólkum í 2004, niður í 201 fólk í 2008. Í árunum frá 2008 til 2015 hækkaði tað aftur eitt lítið vet, men síðani hendan samgongan kom eru tað aftur 17 fólk í fiskiídnaðinum í Norðoyggjum.  

 

Hann heldur, at viðurskiftini mugu setast í ein samanhang, og hann heldur, at søgan í Norðoyggjum er ikki heilt so døpur, sum nøkur hava hug at gera hana til. 

 

Skal samgongan hava skyldina fyri, at Sjúrðarberg er seldur, má samgongan eisini fáa heiðurin av av Borgarin Norðingur eru komnir í flotan afturat, legði hann afturat.