Fleiri fólk í Nólsoy

Nólsoyingar eru blivnir fleiri í tali seinasta árið

Fleiri folk eru komin aftrat í Nólsoy farna árið. Nýggjastu tølini hjá Hagstovuni vísa, at seinasta árið eru 11 fólk løgst aftrat í Nólsoy. Nú búgva 235 fólk í bygdini, og tað er tað mesta í út við 10 ár.  

Samlað vóru 8 børn borin í heim. Burðaravlopið var 6 fólk.