Fleiri fólk hongd í Iran

Átta fólk eru í morgun hongd í iranska býnum Kermanshah. Sjey teirra høvdu fingið deyðadóm fyri rúsevnasmugling, og tann áttandi var dømdur fyri dráp. Ákærin sigur við almennu tíðindastovuna Fars, at teir sjey menninir, sum vóru dømdir fyri rúsevnasmugling, høvdu biðið um grið, men at umbønin bleiv havnað.

Sambært fronsku tíðindastovuni AFP eru 12 fólk hongd í Iran síðani nýggjársaftan. Sambært myndugleikunum í Teheran er deyðarevsing neyðug fyri at tryggja lóg og landaskil.

Í Iran kunnu fólk fáa deyðarevsing, um tey verða funnin sek í drápi, neyðtøku, vápnaðum ráni, rúsevnahandli ella ótrúskapi.

Í fjør endaðu 179 iranar í gálganum. Iran, Kina, Saudiarabia og USA eru tey londini, sum fullføra flestu deyðadómarnar.