Fleiri fáa høvi at flúgva bíliga

- Vit miðja eftir at geva Føroya fólki góð ferðatilboð, eins og vit eisini vilja vera við til at menna føroysku ferðavinnuna.

Atlantic Airways vildi við nýggju kósini verða ein týdningarmikil loftbrúgv millum Føroyar og umheimin, sum bæði gagnar borgarum og vinnulívi. 

 

- Bíligari ferðaseðlar og nýggjar rutur eru liður í hesi ætlan, og síðan seinasta aðalfund eru meira enn 100.000 einvegis ferðaseðlar, sum kosta undir 1.000 krónur, vorðnir til taks á rutunetinum alt árið. Prísurin á lægsta einvegis ferðaseðlinum er í sama viðfangi lækkaður úr 779 krónum niður í 699 krónur, eins og aðrar lækkingar eisini eru gjørdar í ferðaseðlaprísunum.
           

Tað sigur nevndin í Atlantic Airways í dag, nú felagið hevur havt aðalfund.

 

- Broytingarnar koma í gildi 1. september 2016, men longu 1. mars var møguligt at bíleggja nýggju ferðaseðlarnar á netinum. Talan var um lækkingar í ferðaseðlaprísunum fyri tilsamans góðar 17 miljónir krónur, sum hava til endamáls, at fleiri fólk fáa høvið at flúgva bíligari.

 

Nevndin vísir á, at rutunetið hjá Atlantic Airways fevnir um NORÐ-ruturnar, Danmarkar-ruturnar og SÓL-ruturnar, har ferðafólk hava tikið sera væl undir við tilboðunum at flúgva beinleiðis úr Føroyum til sól og summar í heitu londunum.

 

Í summar verður flogið úr Føroyum til Kreta, Barcelona og Mallorca, og harumframt verður Gran Canaria nýtt ferðamál síðst í desember og í januar. Á øllum rutunetinum eru góðar 40 fráferðir úr Føroyum um vikuna í háárstíð, og í lágárstíð verður flogið meira enn 20 ferðir um vikuna úr Føroyum út í heim.

 

- Vit miðja eftir at geva Føroya fólki góð ferðatilboð, eins og flogfelagið eisini vil vera við til at menna føroysku ferðavinnuna, tí bíligu ferðaseðlarnir draga útlendsk ferðafólk henda vegin, sigur nevndin í flogfelagnum, sum fegnast um tey tøk, sum leiðsla og starvsfólk taka hvønn einasta dag fyri áhaldandi at veita eina góða tænastu.