Fleiri eru í fátækraváða

Av norðanlondum er tað bert í Íslandi, at lutfalsliga færri eru í fátækraváða, men ójavnvágin í føroyska búskapinum er øktur seinnu árini

Hagstova Føroya hevur gjørt hagtøl fyri inntøkubýti og fátækravága fyri 2013. Hetta er fimta árið, at Hagstovan ger hesi hagtøl upp, og fyri 2013 vísir uppgerðin, at 10,3% av føroyingum liva í fátækraváða. Fátækraváði verður uppgjørt á tann hátt, at inntøkan er undir 60% av median-inntøkuni. T.e. mittasti inntøkubólkurin av borgarum og ikki meðal-inntøkan hjá borgarunum í landinum.

 

Føroyar vóru í 2013 tað norðanlandið, har næstfæstu borgararnir liva í fátækraváða. Í Íslandi liva 9,3% av fólkunum í fátækraváða. Hinvegin er talið í Svøríki 14,8%, meðan danska talið er 12,3%.

 

Eitt annað mát, sum verður lýst at lýsa fátækraváðan er sonevnda inntøkugloppið. T.v.s. hvussu stórt gloppið hjá teimum, sum liva í fátækraváða, er upp til markið. Eru nógv, sum liggja langt undir markinum, verður inntøkugloppið størri. Í Føroyum var vísitalið fyri heta gloppið 11,9 í 2013, og tað er nógv tað lægsta í norðanlondum.

 

Sæð yvir seinnu fimm árini, so eru tað fleiri føroyingar, sum nú liva í fátækraváða. Talið var 8,8% í 2009, og meðan tað fall til 8,5% í 2010, er talið støðugt økt seinastu trý árini. Hinvegin er inntøkugloppið minkað, so tað er í dag ikki so langt lop millum tey, sum liva í fátækraváða til tey, sum eru omanfyri markið.

 

Uppgerðin hjá Hagstovuni og viðmerkingar til hesa kunnu lesast HER.