Fleiri enn túsund fólk vilja hava Koks at halda fram

- Tað má ikki henda, at Yvirfriðingarnevndin steingir tað besta, Føroyar hava at bjóða, stendur skrivað í mótmælisskrivi

 

Fleiri enn 1250 fólk hava givið sína meining til kennar og skrivað undir eitt talgilt mótmælisskriv um, har heitt verður á Yvirfriðingarnevndina um at leingja loyvið hjá KOKS at hava matvirksemi frammi við Gjónna.

- Tað má ikki henda, at Yvirfriðingarnevndin steingir KOKS og harvið tað besta, Føroyar hava at bjóða, stendur skrivað í undirskriftainnsavningini, sum Høgni Reistrup hevur tikið stig til.

- Fáið onnur at skriva undir eisini, so okkara einasta Michelin-matstova fær so dyggjan stuðul sum gjørligt áðrenn 1. septembur, tá ið starvsfólkni á KOKS hava fingið boð um at steðga øllum arbeiðinum.

 ##med2##

Allar undirskriftirnar verða handaðar Yvirfriðingarnevndini mánadagin 26. august, so hon kann endurskoða avgerð sína og leingja loyvið hjá matstovuni at reka virksemi í verandi umhvørvi.

Undirskriftainnsavningin er at síggja her.