Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs
----
Á fundi í Mentanmálanevndini í Tórshavnar Býráði var í dag samtykt at taka undir við skipanaruppskoti til ein nýggjan musikkskúla í Havn og at fara víðari við projektinum. Skipanaruppskotið, sum nú fyriliggur, heldur seg innan fyri teir karmar, sum eru settir av til endamálið.
Miðað verður eftir at bjóða byggingina út um ársskiftið.
Tað ganga millum 600 og 800 ungdómar um árið í musikkskúla í Havn, og enn fleiri standa á bíðilista. Men skúlin er langt síðani voksin úr sínum kørmum.
Eingin ivi er um, at musikkskúlin hevur prógvað sítt virði í fyri langari tíð síðani. Hann hevur lagt lunnar undir okkara ríka tónleikalív. Hevur verið við til at menna alla skúlaskipanina, eins og økt munandi um trivnað og kreativar førleikar millum børn og ung.
Harumframt hava musikkskúlarnir ment einstaklingar og tónleikabólkar, sum bæði heima og úti skara fram úr, og teir hava sett tónleikarar við, so at vit kunnu hava eitt symfoniorkestur, sum valla átti at borið til í so lítlum landi.
So árliga íløgan í Tórshavnar Musikkskúla kemur flerifalt aftur. Men neyðugt er at hava eitt stað at reka virksemið.
Nýggi musikkskúlin kemur at liggja millum Sundsvegin og Ringvegin – í Sortudíki, tað vil siga á fløtuni niðanfyri Norðurlandahúsið.
Grundgevingin fyri at staðseta nýggja musikkskúlan her er, at tað eru so nógvir møguleikar fyri samstarvi millum Norðurlandahúsið, Musikkskúlan og eisini Kringvarpshúsið bæði um hølir og annað. Á henda hátt skapa vit eitt kraftsentur í økinum, har størst møgulig nytta fæst av umstøðunum í teimum mentanarhúsunum, sum vera har.
Av tí at Norðurlandahúsið má metast at vera ein byggilistarlig perla, hevur tað eisini verið umráðandi, at musikkskúlin spælir saman við Norðurlandahúsinum og at bygningarnir hóska væl saman.
Gongur alt sum ætlað, so er málið, at nýggi musikkskúlin í Havn verður klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan 2015. Tað fara vit at streingja á.










