Endamálið við Samleikanum er, at vit í Føroyum fáa eina felags loysn, ið kann brúkast sum innritan til almennar og privatar talgildar tænastur. Samleikin kemur í staðin fyri Mínlykil, og peningastovnarnir eru eisini farnir undir fyrirekingarnar at nýta Samleikan til netbankar tíðliga í 2021.
Sum nú er, kann Samleikin brúkast til Mínrokning, Borgara- og Vinnugluggan hjá TAKS og til nýggja tænastuportalin Vangan. Á Vanganum fært tú atgongd til talgilda postkassan Mínboks, umframt sjálvgreiðslur og upplýsingar frá seks almennum stovnum og Tórshavnar Kommunu. Tá tú hevur skrásett tín Samleika, kanst tú rita inn á Vangan. Har kanst tú t.d. søkja um byggiloyvi, lestrarstuðul ella fólkapensjón uttan at skula prenta út skjøl og skanna inn aftur.
Tað er skjótt og lætt at skráseta Samleikan. Tú kanst fara til App Store ella Google Play og taka appina niður. Síðan skalt tú útfylla persónsupplýsingar og taka mynd av samleikaprógvi og tær sjálvum. Hesar upplýsingar verða rættleikakannaðar í brúkaratænastuni hjá Talgildu Føroyum fyri at tryggja, at tað er rætti viðkomandi, ið fær útflýggjað Samleikan.
Les meira um, hvussu tú brúka Samleikan og tekur appina niður á heimasíðuni www.samleikin.fo










