Fleiri doyggja av krabbameini enn av hjartasjúkum

Eins og aðrastaðni í Vesturheiminum doyggja fleiri føroyingar nú av krabbameini enn av hjartasjúkum. Tað var tann tíð, tá hjartasjúkur vóru tann vanligasta deyðorsøkin í Føroyum, men soleiðis er ikki longur, tí nú doyggja fleiri av krabbameini enn av hjartasjúkum, veit Útvarpið at siga.

Hagtølini vísa, at í 1994 doyðu 58 kvinnur í Føroyum av hjartasjúkum, men í 2005 var hetta talið komið niður á 45 kvinnur. 72 menn doyðu av hjartasjúkum í 1994, og í 2005 doyðu 57 menn av hjartasjúkum.

Men gongdin er tann øvugta, tá ið tað snýr seg um krabbamein. Í 1994 doyðu 32 kvinnur av illkvæmum krabbasvullum, men í 2005 doyðu heili 60 konufólk av krabbameini. 38 menn doyðu av krabbameini í 1994, og í 2005 doyðu 59 mannfólk av krabbameini.