Fleiri danskir ráðharrar í vanda valdagin

Minst fýra ráðharrar hjá Vinstra kunnu missa sessin í Fólkatinginum á valinum týsdagin Sambært veljarakanningunum hevði Vinstri fingið 26,1 prosent av atkvøðunum og 46 umboð á Fólkating, var valið nú.

Tað merkir, at flokkurin stendur til at missa seks tinglimir, og sambært professaranum Søren Risbjerg Thomsen er tað ikki óhugsandi, at fýra av teimum núverandi ráðharrunum hjá Vinstra kunnu rúka út úr Fólkatinginum.

Teir fýra ráðharrarnir, sum eru í vanda, eru fíggjarmálaráðharrin Thor Pedersen, arbeiðsmarknaðarmálaráðharrin Claus Hjort Frederiksen, menningarmálaráðharrin Ulla Tørnæs og Helge Sander, ráðharri í vísindaviðurskiftum.