Nú hondbóltskappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum eru komnar til endaspurtin, verða dómararnir alsamt færri í tali. Kristian Joensen flytir í vikuni til Danmarkar, Ragnar Simonsen verður burturi í tríggjar vikur og frammanundan er Hans Thomassen fluttur av landinum.
? Hetta er ein nokk so nýggj støða, sum vit fara at tosa saman um nú. Men vit hava nakrar dómarar til taks, sum vit eisini kunnu brúka hesi seinastu landskappingarumførini. So eg síggi ikki so svart upp á tað, sigur formaðurin í Hondbóltssambandinum, Kristian Johansen.
Hann sigur, at tað er ein støðugur trupulleiki, at ov fáir dómarar eru, men at okkurt verður gjørt við tað nú: ? Í august ella september mánaði fáa vit ein danskan instruktør til Føroya, sum fer út til feløgini at leggja lag á. Tað eru jú fyrst og fremst tey, ið mugu taka seg saman, tí tað eru framvegis fleiri feløg, ið als ongar dómarar hava.










