Flogfør hjá amerikonsku fregnartænastuni CIA hava í fleiri ár flutt fangar ígjøgnum danskt loftrúm, og tey flestu hava millumlent í Grønlandi Tað kemur fram í dokumentarsendingini ?Danska sambandið hjá CIA?, sum danska kringvarpið hevur gjørt, og sum verður send á DR1 í kvøld.
Við at kanna flúgviætlanir hjá loftferðslumyndugleikunum í Grønlandi ber til at staðfesta, at CIA-flogførini hava serliga brúkt flogvøllin í Narsarsuaq í Suðurgrønlandi til millumlendingar. Úr Grønlandi eru tey farin til flogvøllin í Camp Peary í USA, har CIA hevur eina royndarstøð.
Evroparáðið og Evropatingið hava illgruna um, at 35 flogfør hava flutt fangar fyri CIA ígjøgnum evropeiskt loftrúm. Skjølini hjá grønlendsku loftferðslumyndugleikunum vísa, at ein triðingur av teimum 35 flogførunum hava millumlent í Grønlandi, og at uppaftur fleiri hava flogið ígjøgnum danskt loftrúm.
Sendingin ?Danska sambandið hjá CIA? verður send á DR1 í kvøld klokkan 19.