Akrar í Suðuroy skulu nú stavast Agrar, Haldarsvík verður Haldórsvík, og Norðskáli skal stavast Norðskála Ein nevnd, sum hevur endurskoðað vegaskeltini hjá Landsverki, mælir til, at fleiri bygdanøvn skulu stavast øðrvísi enn á verandi skeltum.
Í nevndini hava sitið tríggir málfrøðingar frá Fróðskaparsetri Føroya umframt eitt umboð fyri Landsverk og eitt fyri almenningin. Nevndin hevur nú gjøgnumgingið øll bygdanøvn og í einum áliti mælt til at broyta nøkur.
Álitið verður nú lagt til hoyringar á heimasíðuni hjá Landsverki, og teir næstu tríggjar mánaðirnar eru øll vælkomin at senda Landsverki viðmerkingar umvegis teldupostin lv@lv.fo, sigur Landsverk á heimasíðu síni.