Tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar, settu vit í Tórshavnar býráð okkum fyri at fjøltáttað bústaðarmøguleikarnar til tey eldru.
Vit skulu hava alternativ til røktarheimspláss. Fólk vilja búgva sum longst heima, og tað skulu tey fáa loyvi til, eisini sum hjún. Hetta er ikki altíð møguligt á einum røktarheimi og tað í sær sjálvum er ein stór sorg, at noyðast búgva hvør sær á ellisárum.
Øllum tørvar ikki eitt røktarheimspláss, men heldur eina hóskiliga eldravinarliga íbúð, har heimatænasta eisini er partur av tilboðnum.
Vit mugu viðurkenna, at vit komandi árini eisini noyðast at byggja nýggj røktarheimspláss, tí talið av eldri veksur alsamt. Ásannast má eisini, at kommunan einsamøll ikki megnar at bera allan íløgutørvin í bæði at byggja røktarheim og stórt tal av eldraíbúðum til røktarkrevjandi.
Vit seta nú hol á hesa avbjóðing. Á býráðsfundi fyrr í kvøld var samtykt at greina tørvin á nýggjum røktarheimsplássum komandi árini og hugsað alternativt, við íbúðum til røktarkrevjandi og íbúðardeplar.
Partur av hesum er at fáa lýst skipanir innan hetta økið í Norðurlondum og at finna fram til, hvønn leiklut kommunan skal hava. Serliga verður hugsað um samstarvsmøguleikar við onnur, Bústaðir ella aðrar íleggjarar. Eisini verður hugt eftir lógarverkinum, hvørjar avbjóðingar eru á hesum økinum.
Vit vita, at aðrastaðni eru ofta eftirlønargrunnar hjá løntakarafeløgum virkin á íbúðarmarknaðinum, har tey eru við til at veita hóskandi bústaðarmøguleikar til eftirløntar limir, og kommunan veitir røktina til teirra, sum tørva røkt. Ein slík loysn átti at borið til í Føroyum eisini.
Vit hava í kvøld sett okkum fyri, at gera eitt haldgott grundarlag fyri teimum stóru íløgum, ið liggja fyri framman á eldraøkinum. Hetta tekur tíð, tað vita vit. Somuleiðis meti eg, at vit um nakrar mánaðar eru betur før fyri, við vitan og veruligum uppskotum, at veita eina góða tænastu til aldrandi borgaran í Tórshavnar Kommunu.
Hetta gleðist eg um og síggi fram til.
Bjørghild Djurhuus,
Forkvinna í trivnaðarnevnd Tórshavnar býráðs