Fleiri børn helst deyð av indiskari hostasaft

Indiskir myndugleikar hava avdúkað fleiri vansar við heilivági hjá heilivágsfyritøkuni, Riemann labs.

Ein heilivágur hjá fyritøkuni, sum í seinastuni hevur verið nógv umrøddur, er hostasaft.

 

Illgruni er nevniliga um, at hostasaft hjá Riemann labs hevur tikið lívið av fleiri børnum í ymiskum londum.

 

Heilivágsfyritøkan er hin fjórða í India, sum hevur verið noydd at steðgað hesi framleiðslu.

 

Sambært norska kringvarpinum NRK er Illgruni um, at hostasaft úr India hevur verið orsøk til, at 12 børn eru deyð í Kamerun.

 

Eisini í Gambia er illgruni um, at hostasaft frá indiskum framleiðarum hevur verið orsøk til 70 barnadeyðsføll í landinum.

 

- Børnini doyðu, tí nýruni sviku, eftir at tey høvdu fingið av hostasaft úr India, skrivar NRK.

 

##med2##

 

Fyrr í ár gjørdist kent, at Heimsheilsustovnurin WHO hevur knýtt 300 barnadeyðsføll til eitrandi innihald í hostasaft.

 

Deyðsføllini eru skrásett í eitt nú Indonesia, Usbekistan og Gambia.

 

Sambært NRK hava indiskir myndugleikar avdúkað fleiri vansar við heilivági hjá heilivágsfyritøkuni, Riemann labs.