Fleiri bilførarar tiknir í gjár

Tað eru framvegis bilførarar, sum ikki syrgja ikki fyri at spenna børnini føst

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar í Norðoyggjum og í Eysturoy og í tí sambandi vórðu fleiri bilførarar skrivaðir upp.

 

Løgreglan gjørdu ferðmátingar og har mistu tveir bilførarar koyrikortið treytað og mugu sostatt taka tað umaftur, annars verður koyrikortið tikið.

 

Annar koyrdi næstan 90 í bygum øki, har tað er loyvt at koyra 50 og hin koyrdi ímillum 111 og 120 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80.

 

Samstundis fingu tveir bilførarar eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.

 

Løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna við skúlar í Eysturoy og í Norðoyggjum. Eitt endamál er at kanna um tey, sum koyra børnini í skúla, eisini syrgja fyri at spenna tey føst eftir forskriftunum.

 

Í gjáramorgunin vóru tað heilir sjey bilførarar, sum ikki høvdu syrgt fyri tí, og tað fáa teir eina bót fyri, men teir fáa eisini klipp í koyrikortið.

 

Somuleiðis fekk ein bilførari bót tí hann ikki sjálvur sat í trygdarbelti.

 

Løgreglan sigur kannaði eisini ein bilførara, tí tey høvdu illgruna um, at hevði kenning – men tað hevði hann ikki.

 

Men ein annar bilførari, tey eisini kannaðu, er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt.