Fleiri bilførarar koyrdu alt ov skjótt

Løgreglan hevur gjørt ferðmátingar í gjár

Aftur í gjár var løgreglan á ferð við ferðmátaranum og í tó sambandi vóru fleiri bilførarar skrivaðir upp. Hesa ferð var løgreglan í bygdum øki í Eysturoy har tað er loyvt at koyra 50 og har vóru seks bilførarar tiknir at fyri at koyra ov skjótt. Og teir koyrdu alt ov skjótt, tí teir koyrdu ímillum 70 og 77 kilometrar um tíman og teir fáa allir bót. Men teir, sum koyrdu ímillum 71 og 77 kilometrar um tíman, fáa eisini klipp í koyrikortið.

 

Harumframt fingu tveir bilførarar bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu og ein fekk bót, tí hann hevði ikki koyrikortið uppi á sær.

 

Løgreglan tók eisini ein bil fyri at koyra 108 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80 og hann fær bót, umframt at hann eisini fær klipp í koyrikortið.

 

Í morgun hendi eitt ferðsluóhapp í Sandoynni har ein bilur koyrdi út av. Tað sá ikki út, at bilførarin hevði fingið nevnivert av skaða, men av trygdarávum varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.