Fleiri bilførarar koyrdu alt ov skjótt

Nógvir bilførarar høvdu skund, men allir vóru edrúir

Løgreglan hevur gjørt rættiliga nógv burtur úr at kanna ferðsluna í gjár og í nátt, og var ikki til fánýtis. Í gjár vóru tey í eysturoynni við lasaranum og kannaðu, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. 

 

Og í hesum sambandi vorðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt. Tríggir teirra koyrdu ímillum 105 og 109 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80, og teir fáa allir klipp í koyrikortið, umframt bót.

 

Men tann eini bilførarin koyrdi 116 kilometrar um tíman, og hann missur so koyrikortið treytað, umframt at hann fær bót. Tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.

 

Í morgun hevur løgreglan somuleiðis kannað ferðsluna í Havn. Hesa ferð var tað mest fyri at kann, um nakar koyrdu við kenning. Men tað gekk betur, tí 30 bilar vórðu steðgaðir, men allir bilførararnir vóru edrúir.

 

Í Vágum hevur løgreglan eisini verið. Hesa ferð var endamálið at kanna súkklur og prutl at vita um alt var eftir forskriftunum, men har varð eingin skrivaður upp, so alt, sum varð kannað, var sum tað skuldi. 

 

Eitt ferðsluóhapp hevur verið, har ein bilur fór út av í Kollafirði. Trý fólk vóru í bilinum, men tað var eingin fólkaskaði og tey sluppu úr bilunum sjálvi.