Fleiri bilar fóru á glið í hálkuni seinnapartin í gjár

Eitt ferðsluóhapp hendi í Havn við trimum bilum, og stutt eftir hendi eitt í Klaksvík við tveimum bilum.

Hetta er tann tíðin, tá vegirnir knappliga kunnu gerast rættiliga hálir, um hitin kemur niður móti frostmarkinum. 

 

Slíkar løtur hava verið í heyst, og aftur ein slík løta var seinnapartin í gjár, tá tað gjørdist rættiliga hált ymsastaðni kring landið.

 

Løgreglan segði seinnapartin í gjár, at neyðugt var at vísa størsta varsemi í ferðsluni, og tey mæltu fólki til ikki at fara út at koyra, um tað ikki var átrokandi neyðugt.

 

Men, hóast hálkuna, hendu eingi størri ferðsluóhapp í gjár.

 

Løgregan fekk boð um tvey ferðsluóhapp - eitt á Villingardalsvegnum í Havn og eitt við dagstovnin, Mylnuhúsið í Klaksvík.

 

- Á Villingardalsvegnum fór ein bilur á glið í undanbrekkuni. Hesin koyrdi á bilin frammanfyri, sum so aftur fór á glip og koyrdi á bilin, sum her var frammanfyri.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at soleiðis gjørdust tríggir bilar partur av óhappinum á Villingardalsvegnum, men her var eingin fólkaskaði.

 

- Bilarnir koyrdu spakuliga, og tí høvdu materiellu skaðarnir lítið uppá seg.

 

Stutt eftir fráboðanina um ferðsluóhappið á Villingardalsvegnum, kom eisini ein fráboðan úr Klaksvík. har ein bilur var farin á glip, og hevði borið við ein annan bil.

 

- Hendingin fór fram við dagstovnin, Mylnuhúsið. Bilarnir fingu bert smávegis snuddir. Her var so hált, at tað ikki varð hildið vera ráðiligt at koyra av staðnum aftur hesa løtu.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at boð vórðu send eftir Klaksvíkar Sløkkiliði fyri at hjálpa til, men tá sløkkiliðið kom á staðið, vóru bilarnir farnir.

 

- Eisini sløkkiliðsmenninir søgdu, at tað var sera hált á leiðini.

 

Løgreglan sigur seg hava skilt, at bilarnir, sum fóru á glið í gjár, bæði í Havn og í Klaksvík, helst vóru skøddir eftir forskriftunum, tí søgan sigur einki um, at dekkini ikki vóru í lagi.