Fleiri børn fáa onga hjálp

Lyfti verða ikki hildin, og fyrispurningar verða ikki svaraðir, siga foreldur

 

Sum støðan er nú, kunnu vit ikki mæla foreldrum, sum hava illgruna um, at eitt barn hevur ADHD, ella ADD, venda sær til Sernám.

Tað sigur ADHD felagið í eini lemjandi atfinning í sag ímóti Sernámi, sum nettupp hevur til endamáls at hjálpa børnum við serligum tørvi.

Hendan dagin fanst eisini ein mammubólkur at seks børnum við Downs-syndromi, hvassliga at viðurskiftunum á Sernámi, og tað gjørdu tær á heimasíðuni hjá Javna.

ADHD felagið sigur, at tey taka undir við atfinningunum. Tey siga, at hevur eitt barn ADHD ella ADD, hevur tað stóran týdning at fáa tað staðfest sum skjótast.

– Okkara royndir eru tíverri, at børn standa óneyðuga leingi á bíðilista á Sernámi, summi upp í fleiri ár uttan at verða beind víðari, sigur ADHD felagið.

– Dømi eru um, at foreldur, í mánaðar og ár, verða vegleidd í at stimbra sansirnar hjá barninum, uttan at nøktandi framstig eru at síggja. Alt ov sjáldan verður hugt at orsøkini til sansaórógvið og ímeðan vaksa trupulleikarnir, og barnið fær tað verri og verri, og skaðarnir verða størri og størri.

– Í mai í fjør royndi ADHD felagið at sær til Sernám fyri at fáa eitt samskifti í lag og fyri at hoyra, hvussu teirra mannagongdir eru, tá illgruni er um ADHD ella ADD.

– Vit hava ikki fingið svar enn, siga tey. Og sum nú er, síggja vit í ADHD-felagnum ongan annan møguleika enn at mæla foreldrum til at fara rundanum Sernám og venda sær beinleiðis til kommunulæknan og fáa ávísing, um tey hava illgruna til ADHD ella ADD. 

Eisini tey í mammubólkinum harmast um støðuna. Tey vísa á, at arbeitt verður eftir serliga Karlstad háttinum, men fyri einum ári síðani fingu tey boð frá Sernámi um, at tey fóru at gevast við tí, og at onki tilboð var til børnini.

– Bæði foreldur og Javni, róptu alt fyri eitt varskó. Tey siga, at tey settu seg í samband við Sernám fleiri ferðir, men fingu einki at vita.

Men tá ið tey høvdu sett seg í samband við fingu tey fund við Sernám, Úrslitið av tí var at fleiri vegleiðarir skuldu setast undir útbúgving, og verandi Karlstad vegleiðari skuldi arbeiða burturav við Karlstad. 

– Tíverri er tað greitt, at hesi lyfti verða ikki hildin, siga tey. Tey nevna eisini, at á fíggjarlógini, fyri í fjør, varð ein eykjajáttan upp á 400.000 krónir markað til undirvísing í Karlstad, men nú vita tey ikki, hvagar hesin peningur er farin.
– Karlstad verður so líðandi pilkað burtur úr Sernámi, og okkara børn standa við ongum. Bara ein vegleiðari er settur í starv, og verandi vegleiðari fær bert loyvi at arbeiða triðju hvørja viku við Karlstad, siga tey í mammubólkinum.

– Úrslitið av hesum broytingum er, at tað eru fleiri børn sum als onga hjálp fáa, og tey fáu sum fáa hjálp, fáa alt ov fáar tímar. Netverkini sum so nógv orka er løgd í, eru við at syndrast, av tí at Karlstad ráðgevarin hjá Sernám ikki sleppur at gera sítt arbeiði, siga tær seks mammurnar.

– Syrgiliga støðan í Sernám er, at tey børnini, ið hava størstan tørv á hjálp, eru tey børnini sum verða gloymd, leggja tey afturat.