Tá danir fara at manna Fólkatingið av nýggjum seinni í ár, verða fleiri akademikarar innan tinggátt enn nú. Tað skrivar Fakblaðið 3F eftir at hava kannað, hvørji valevni hava bestu møguleikarnar at verða vald í heyst.
Kanningin hjá Fagbladet 3F bendir á, at aftan á næsta val fara 39 prosent av fólkatingslimunum at hava akademiska útbúgving. Í verandi Fólkatingi eru 31,8 prosent av tingmanningini akademikarar. Her kann verða nevnt, at av danska fólkatalinum eru átta prosent akademikarar.
Harafturímóti er lutfallið tað øvugta, tá tað snýr seg um fólk við vinnuligari útbúgving. 37 prosent av danska fólkinum hava eina vinnuliga útbúgving, men í Fólkatinginum eru tað bara 11 prosent, sum hava tað.