Størstu breiðbandshaldini í Føroyum eru í dag 20 Mbit. Tað merkir at hetta er download-ferðina, meðan upload-ferðin er avmarkað til 1 Mbit, tí samlaða orkan á koparnetinum er ikki til meira enn tey 21 Mbit fyri hvør sekundið.
Í eitt nú Danmark hava vit seinnu árini sæð, at veitarar við nýggja fipurnetinum kunnu bjóða fleiri feðrir hetta til sínar kundar, men tað røkist fyri, at vit í Føroyum kunnu fáa hægri breiðbandsferðir, uttan at tað gerst neyðugt at skifta alt netið.
Lesið eisini: Fleirfalda breiðbandsferðina
TDC í Danmark eigur og rekur koparnetið, sum hevur mist nógv viðskiftafólk til nýggju veitararnar, men tøkniliga menningin hevur gjørt, at teir nú eru til reiðar at bjóða viðskiftafólkum sínum breiðband, sum er 100 Mbit download og 30 Mbit upload. Hetta er gjørligt við sonevndari vectoring tøkni, ið veruliga skumpar undir dataferðsluna á koparnetinum. Tó er ein fortreyt, at kundin ikki er meira enn 400 metrar frá nærmasta tøkniskápið, og tí er neyðugt, at fleiri slík skáp verða sett í netið sum sambindgarliður til endabrúkaran.
TDC hevur í eina tíð verið royndarkoyrt í Foldby, sum liggur millum Aarhus og Randers, og ætlandi verður hetta ein møguleiki hja 500.000 húskjum í Danmark longu frá komandi ársskifti.










