Kvinnubólkurin við stóru summarhittunum verður við á Summar Festivalinum í næstu viku
Ann Chanett Danielsen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir eru sangarar í kvinnubólkinum Flamma, sum fyri kortum gav sína fyrstu fløgu út. Sangir sum City Lights og Stay Like This Forever hava verið hitt á útvarpsrásunum í summar, og eisini hevur tónleikur teirra vakt ans uttanlands.
Flamma spælir popprock, og tær tríggjar songkvinnurnar hava sína tónleikaligu bakgrund í eitt nú poppi, rocki, musical og gospel. Saman hava tær funnið nakað heilt serstakt við sterkum vokali, framúr framførslu, orku og karisma. Tær kunnu veruliga geva eina ógloymandi framførslu.
Teirra altjóða sound hevur gjørt tær til eitt tað heitasta navnið á føroyska tónleikapallinum í løtuni, og á Summar Festivalinum kunnu tær upplivast á palli í Tele tjaldinum.