Í tíðarskeiðnum 23. juni til 7. juli fær Norðurlandahúsið vitjan av einum flamenco-bólki, ið dagliga virkar innan flamenco dansin í Spanien Tey trý, Carmen Alvarez, dansari, Francisco Garcia, sangari og Juan Celi, guitarleikari, fara at vitja runt í Føroyum og sýna fram teirra kynstur innan flamenco siðvenjuna. Hartil verður tað lagt upp til, at øll áhugað kunnu taka lut í eini verkstovu, har tú kanst royna, hvussu rútman, klappini og stevini spæla saman í flamenco dansinum. Øll kunnu verða við uttan mun til, um tey hava roynt flamenco áður ella ikki. Einasta ynski er, at luttakararnir hava skógvar hørðum hali við.
Skipað verður fyri einari longri verkstovu í Norðurlandahúsinum 27. ? 29. juni. Um áhugi er til tess, verður høvi hjá verkstovuluttakarunum at melda seg tríggjar ymiskar verkstovur innan dans, sang og guitar. Byrjað verður fríggjakvøld kl. 20.00 við eini felags innleiðing í flamenco siðvenjuna, og leygardagin verður so deilt upp í tríggjar verkstovur, tó so, at tú kann skifta og royna kanska bæði dans og sang, um tú hevur hug.
Sunnudagin frá kl. 12.00 til 14.00 verður ein samansjóving av øllum, og hvør veit um ikki ?El Duende? tá kemur á gátt.
Verkstovur og framførslur verða fyriskipaðar í Klaksvík 24. juni, á Tvøroyri 25. juni, í Tórshavn 27. ? 29. juni, í Nólsoy 1. juni, á Sandi 3. juli og aftur í Tórshavn 6. juli. Kostnaðurin fyri styttru verkstovurnar er 100 kr.
Fyri framførslurnar kr. 100, og fyri bert kr. 150 kann ein fáa bæði verkstovuluttøku og framførsluna.
Vikuskiftisverkstovan í Norðurlandahúsinum konstar 300 krónur, og framførslan kostar 100 krónur. Bæði tvey kosta 350 krónur.










