Flagsa á festival

Hósdegin á middegi avdúkar Summar Festivalurin skránna til ársins festival, og sum nakað nýtt verður skráin til festivalin kunngjørd umvegis fartelefonirnar. Hetta verður gjørt við eini nýggjari tænastu á Flags hjá Føroya Tele. Summar Festivalurin hevur fingið sítt serliga pláss á Flags, har tað ber til at lesa tíðindi og annað um festivalinum, og á middegi hósdagin verður skráin til festivalin løgd út har. Hetta hevur við sær, at fólk altíð kunnu hava skránna í lummanum ella við hondina.