Flagið loyst oman av fyri nýggja sjúkrahúsbygningin

- Hesin nýggi bygningurin fer á mangan hátt at vera ímyndin av sjúkrahúsverkinum hjá mongum framyvir, segði Sigurð Ólason Vang

Við hesum taka vit tey fyrstu ítøkiligu stigini til nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, segði Sigurð Ólason Vang, sjúkrahússtjóri, í røðu síni á hátíðarhaldinum í sambandi við, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, loysti fyrsta flagið omanav, á økinum, har nýggi bygningurin skal standa.

 

Gott og væl 150 fólk vóru samlaði til hátíðarhaldi, har Sigurð Ó. Vang, Karsten Hansen og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverk, fluttu fram røðu umframt at Havnar hornorkestur spældi.

 

Ætlanin er, at nýggi bygningurin, ið kostar slaka kvarta milliard, skal takast í nýtslu um fýra ár, 23. februar 2019, á 95 ára degnum hjá dronning Alexandrines hospital.

 

- Hesin nýggi bygningurin fer á mangan hátt at vera ímyndin av sjúkrahúsverkinum hjá mongum framyvir, og fer at røra við lívið hjá flest øllum borgarum í Føroyum, segði Sigurð Ó. Vang.

 

Karsten Hansen, landsstýrismaður, segði, at við hesum nýggja bygninginum flytir heilsuverkið inn í eina nýggja øld, samstundis sum nýggi bygningurin verður ein samanrenning av nútíð, fortíð og framtíð.

- Í dag verður politiski viljin vístur í verki, segði Karsten Hansen, sum vísti á, at ikki minni enn trý løgting hava samtykt hesa byggiætlanina.

 

Eftir at Karsten Hansen hevði loyst fyrsta flagið, varð farið inn í forhøllina, har sjúkrahúsleiðslan og ráðgevandi arkitektar greiddu frá arbeiðinum higartil. Samstundis opnaði eisini ein framsýning av ætlaða bygninginum í gomlu forhøllini, har tað millum annað er gjørligt at stíga inn í eina av nýggju sjúkrastovunum, sum vera í nýggja bygninginum.