Flaggstongin á Vaglinum uttanfyri Tinghúsið er farin í vindinum í nátt.
Í hesum døgum tá politiska kjakið gongur uppá tað hægsta og sundurlyndi kemur til sín rætt í samband við fiskivinnunýskipanina, er ringt at síggja burtur frá súmbolikkinum, at flaggstongin uttanfyri Tinghúsið ikki klárar at standa undir stórum trýsti.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein politisk flaggstong brotnar av trýsti. 5. januar 1981, sama dag sum móttøka var í Tinganesi fyri at Pauli Ellefsen gjørdist løgmaður, brotnaði flaggstongin uttanfyri skrivstovuna hjá løgmanni.