Føroyska fyrisitingin fingið altjóða viðurkenning frá IMO, altjóða sjóferðslufelagsskapinum hjá ST
Í hesum døgum eru umboð fyri altjóða sjóferðslufelagsskapin hjá ST, International Maritime Organization, IMO, á vitjan í Føroyum fyri at kanna, um Føroyar sum flaggstatur liva upp til sínar skyldur mótvegis IMO.
IMO hevur samtykt fleiri altjóða sáttmálar, sum hava til endamáls støðugt at bøta um trygdina hjá skipi og manning og at fyribyrgja dálking, sum stavar frá skipum. Føroyar hava tikið undir við flestu av hesum sáttmálum. Tað vil siga, at Føroyar hava skyldu til at smíða føroyska lóggávu, sum lýkur altjóða krøv frá IMO og at fyrisita regluverkið soleiðis, at vit mótvegis IMO kunnu skjalprógva, at altjóða reglurnar verða fylgdar.
Í eina viku hava trý umboð frá IMO verið í Føroyum fyri at kanna, í hvønn mun Føroyar hava sett neyðugar reglur í gildi fyri skip, og í øðrum lagi, um føroyskir myndugleikar fyrisita reglurnar á nøktandi hátt.
Niðurstøðan frá altjóða sjóferðslumyndugleikanum varð handað føroysku myndugleikunum á lítlari móttøku á Skálatrøð fyrrapartin í dag.
Niðurstøðan frá IMO skoðanarbólkinum var sera jalig og góð: Føroyar og føroyska fyrisitingin eru sera væl fyri og kunnu við stoltleika bjóða seg fram sum flaggstatur í altjóða sjóvinnuhøpi.
- Góða skoðsmálið frá IMO er eitt herðaklapp til føroysku fyrisitingina og sínámillum samstarvið - men eisini ein áminning um týdningin av, at føroyska fyrisitingin støðugt dagførur lóggávuna sambært altjóða sáttmálum og fyrisitur og handhevjar reglurnar samsvarandi altjóða ásetta regluverkinum, verður sagt.
(Tilvildarlig mynd)