Flaggdagin, hósdagin 25. apríl verður aftur skipað fyri flaggdagsrenning í Havn. Tað er ítróttarfelagið, Bragdið, sum skipar fyri.
Fyrsta flaggdagsrenningini var flaggdagin 25. apríl 1987. Til fyrstu renningina vóru 39 luttakarar.
Tað vóru teir 3 Niels Jákup Jakobsen, Tummas Hanus Dam og Sofus Johannesen, sum mannaðu nevndina í Bragdinum til endurstovnanina av felagnum seint í 1986.
Beinanveg varð fari undir at fyrireika ymisk tiltøk, og var flaggdagurin ein nátúrligur dagur til kapprenning, har nógv fólk vóru savnaði til sera hugnaliga flaggdagshaldið við horntónleiki og røðum á Vaglinum í miðbýnum í Havn.
Rutan hevur stórt sæð verið tann sama øll árini. Tó so, at fyrst í 90´unum varð gjørd ein roynd at renna runt í býnum, men var hetta bert tað eina árið, so var aftur fari undir ta upprunaligu rutuna, og er hon stórt sæð tann sama í dag sum við byrjan. Teinurin er tann sami, nevniliga 7.020 metrar.
Flaggdagsrenningin er veruliga blivin ein kapping og fólkslig renning har luttakarafjøldin er sera nógv vaksin tey seinnu árini.
Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum vitjaði morgunsendingina hjá Rás2 í morgun til eitt prát um flaggdagsrenningina. Tað ber til at hoyra prátið í ljóðbrotinum undir greinini.
(Mynd: bragdid.fo)










