Flaggdagshald kring landið

Í dag eru liðin 70 ár síðani flagg okkara, Merkið, varð viðurkent sum okkara tjóðarmerki. Sum siður er verður skipað fyri flaggdagshaldið ymsastaðni kring landið.

Flaggdagshaldið í Havn: Í Havn skipar Skótalið Sigmund Brestissonar sum vant fyri flaggdagshaldinum, sum verður á Vaglinum klokkan 15. Tað er Árni Dahl, lærari, sum heldur røðuna.

---

Flaggdagshald í Klaksvík: Flaggdagshald í Klaksvík. Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestur og Skótum, fer úr Klaksvíksgarðinum, heim í Vágstún, har Jógvan Andrias Joensen flytir fram røðu.

Aftan á hátíðarhaldið, bjóða KFUM&K-skótarnir Flaggdagskaffi í »Uppistovu«, hølunum hjá Gulu skótunum. Har verur eisini Tombola og Kondi-bingo á skránni.

---

Flaggdagshald úti í Skúgvi: Klokkan 15 verður flaggdagshald í Skúgvi - har Bergtóra Høgnadóttir Joensen heldur røðu. Eisini verður felagssangur. Kaffi og køkur verða at fáa í skúlanum.

Hetta er á triðja sinni, at flaggdagshald er í Skúgvi. Tey hava verið í 2004, 2009 og so nú.

---

Flaggdagshald og renning á Sandi sunnudagin: Sands Kommuna skipar aftur í ár fyri flaggdagshaldi, sunnudagin 25 apríl.

Somuleiðis skipa Sands Kommuna og Ungmannafelagið Virkið í felag fyri flaggdagsrenning. Flaggdagshaldið byrjar kl 15, og er skráin henda:

Felagssangur

Eli Hentze heldur flaggdagsrøðu

Felagssangur

Tilhaldið bjóðar kakao, bollar og Pop Top

Flaggdagsrenningin byrjar kl 16, við Ungmannafelagshúsið.

Runnið/gingið verður kring Sandsvatn, ella so langt ein sjálvur sær seg føran fyri.

Eftir flaggdagsrenningina bjóða kommunan og Ungmannafelagið frukt og okkurt drekkandi í ungmannafelagshúsinum.

Meðan flaggdagsrenningin er, verða hundaeigarar vinarliga bidnir um at halda hundar sínar innandura, ella í bandi.

---

Runavík: Flaggdagshaldið verður á økinum sunnan fyri býráðshúsið í dag klokkan 15.00. Klæmint Østerø flytir fram røðu, Nes Sóknar Musikfelag spælir og Skótarnir, Tjaldur, Nsí, Støkk, Nsí kappróðrafelagið, Skála ítrottafelag, Skála róðrafelag ganga skrúgongu.

Tilber at fáa sær kaffi og vaflur frá skótunum.

Skrúgongan fer frá Glyvra skúla kl. 14.30

Ítróttafólk og Skótar verða biðin um at møta 14.15 við Glyvra Skúla.

---

Fuglafjørður: Eins og undanfarnu árini skipar Fuglafjarðar hornorkestur fyri flaggdagshaldi.

Í ár verður hetta við Mentanarhúsið í dag klokkan 14.

Røðari í ár er Max Weihe og hornorkestrið spælir.

---

Flaggdagskafe á Fortuna í Klaksvík. Í dag verður flaggdagshald í Klaksvík, har Jógvan Andrias Joensen heldur røðu.

Sum vant skipar Norðoya Tjóðveldisfelag flaggdagin fyri hugnaløtu beint aftan á at flagdagshaldið í Klaksvík er liðugt, og soleiðis verður eisini hesuferð.

Í ár eru tað fólk úr Unga Tjóðveldi, sum fara at skipa fyri.

Røðuna heldur Maria Kristina Smith.

Borðreitt verður við drekka og køkum.

Øll eru vælkomin til hugnaløtuna, bæði tjóðveldisfólk og tey sum ikki eru tjóðveldisfólk.

Flaggdagskafein verður á Fortuna við Klakvíksvegin, sigur Norðoya Tjóðveldisfelag

---

Flaggdagshald í Kollafirði: Flaggdagshald verður í skúlanum í Kollafirði í dag klokkan 14.00. Skótar og ítróttarfólk ganga skrúðgongu frá bygdarhúsinum og møta klokkan 13.45. Bjarni Djurholm heldur røðu. Laila av Reyni syngur. Drekkamunnur aftaná og andlitsmáling verður til børnini. Skótaliðið TÚGVAN í Kollafirði skipar fyri.

---

Flaggdagshald í Hvalvík: Skótaliðið Borgin í Hvalvík skipar fyri Flaggdagshaldi við skúlan í Hvalvík í dag klokkan 16.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður flytur fram røðu og Eiðis Ljómfelag spælir.

Aftan á bjóða skótarnir til kaffi og tombola í skúlanum.

Skótar og ítróttarfólk møta í Gamla skúla kl. 15:30, sigur Skótaliðið Borgin

---

Flaggdagshald í Leirvík: Skótarnir í Leirvík skipar fyri flaggdagshaldið í dag klokkan 17, har Hanna Jensen býráðslimur flytur fram røðu og kórið Eystanljóð syngur. Skótarnir møta kl.1645.

Aftaná verður Kondibingo , eisini verður kaffi/tea, saft og vaflir at fáa í Skótahúsinum ókeypis, sigur Skótalið Leirvíks Páll.