Flaggdagshald í Fuglafirði

Sum vant skipar Fuglafjarðar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi á flaggdegnum.

TÍÐINDASKRIV

Haldið verður niðri við Bókasavnið kl. 17, og røðari í ár verður Magni Joensen, lærari.
Skótarnir verða eisini við til at seta dám á ? og Hornorkestrið fer at spæla okkurt lag, sum tey hava vant í samband við hornorkesturstevnuna, ið GHM skipar fyri í Havn um vikuskiftið.