Flóvin noktar segt sekan í kynsligum ágangi

Tað hevur skapt stóra ørkymlan, at Kringvarpið bar tey tíðindi, at ákærdi føroyingurin í stóra málinum um barnaporno í Hollandi játtaði seg sekan í kynsligum ágangi móti einum níggju mánaðar gomlum pinkubarni – tí veruleikin er hin júst øvugti

Stóra málið um ein barnaporno ring, sum byrjaði at rulla í desember 2010, hevur higartil ført til skuldsetingar, ákærur og dóm í Amsterdam í Hollandi.
Í desember 2010 varð høvuðsmaðurin í ringinum, Robert M, sum hollendsku miðlarnir kalla hann, handtikin, og so fór kavablakið rættiliga á rull.
Við sær á leiðini varð 38 ára gamli føroyingurin, Flóvin Olsen, tikin, og í februar 2011 varð hann handtikin av hollendsku løgregluni og skuldsettur í málinum.
Eftir øllum at døma hevur føroyingurin játtað seg sekan í øllum skuldsetingum undir avhoyringunum í døgunum eftir handtøkuna, men við rættarmálið í hollendska Amsterdam fyrst í vikuni, noktaði hann fyri at hava gjørt seg inn á eina níggju mánaðar gamla pinkugentu saman við høvuðsákærda, Robert Mikelsons, sum er fulla navnið.
Í kanningunum av Robert M. Kom løgreglan fram á fleiri sambond, sum hesin hevði við aðrar líkasinnaðar – teirra millum Flóvan Olsen.
Hanneloes Pen, blaðkvinna á hollendska blaðnum, Het Parool, hevur fylgt stóra málinum heilt frá fyrsta degi, tá Robert M. Varð handtikin í desember 2010.
Hon sigur, at tað var bæði umvegis fartelefonina og ikki minst internetið, at Flóvin varð drigin inn í málið.
- Serliga var tað umvegis eitt chatrúm, at illgrunin fall á føroyingin. Persónar í pedofil-umhvørvinum nýta altíð dulnevni, tá teir tosa saman á internetinum, og dulnevnið hjá Robert M. var Toddlerlove, meðan tað hjá Flóvanum Olsen var Babylove, greiðir Hanneloes Pen frá.

Tyngjandi prógv
Tað var upprunaliga ein sjónvarpssending, sum festi neistan í tað, sum skuldi vísa seg at vera eitt mál um umfatandi misnýtsli av børnum heilt niður á bara 19 dagar gomul.
Í sendingini við goymdum upptøkutólik sást ein smágenta við einum figuri, sum nevnist Miffy (Nijntje á hollendskum). Av tí at Miffy verður framleiddur í Hollandi, fekk løgreglan illgruna um, at upptøkurnar vóru gjørdar í landinum.
Seinni stóð ein abbi so fram og greiddi frá, at talan var um abbadóttir hansara. Og harfrá tók málið dik á seg.
Tað vísti seg skjótt, at barnaporno ringurin hevur røtur til USA, har ein Robert Diduce í Boston eisini er dømdur í sama ringi.
Í hesum døgum er tað so føroyingurin, Flóvin Olsen, sum er fyri rættinum í Amsterdam, og fyrstu tríggir dagarnir av tilsamans sjey eru farnir aftur um.
Í rættinum hesa vikuna hevur Flóvin Olsen noktað seg sekan í at hava havt kynsligt samband við níggju mánaðir gomlu gentuna saman við Robert Mikelsons, sum ákæruritið annars vísir.
Somuleiðis noktar hann seg sekan í at hava breitt út barnapornografiskt tilfar, men játtar annars at eiga telduna, har barnapornografiska tilfarið varð funnið.
- Sambært ákærunum hevur løgreglan funnið 66 filmar, við barnapornografiskum tilfari við børnum frá 0 til 8 ár, meðan ein partur av filmunum vísir djórasex. Umframt hetta hevur løgreglan funnið eitt stórt tal av barnapornografiskum myndum á telduni, sigur Hanneloes Pen.

Sjey dagar settir av
Málið er komið umleið hálva leið hesa vikuna, men verður ikki hildið út í eitt.
Týsdagin var fyrsti dagurin, tá ákærurnar vóru lisnar upp og ein rúgva av mannagongdum vóru fingnar frá hondini.
Mikudagin vóru tað fyri ein stóran part vitnini hjá ákæruvaldinum, serliga løgreglufólk og serfrøðingar, sum vórðu avhoyrd, og í gjár, hósdagin vóru tað fyri ein stóran part foreldur og onnur vitni, ið vórðu avhoyrd.
Nú verður so ein steðgur í rættarmálinum inntil týsdagin 26. juni og so aftur hósdagin 28. juni. Næstseinasti rættarfundurin verður so 3. juli, áðrenn málið verður endaliga avgreitt 9. juli.
- Tað er sjálvandi ilt at meta um, hvussu hetta málið fer at tørna út fyri Flóvan Olsen. Tað telur til hansara fyrimun, at hann heilt frá byrjan av hevur verið hjálpsamur í kanningararbeiðinum hjá løgregluni, men tað hevur Robert M. eisini. Og prógvini móti Flóvanum Olsen viga rættiliga tungt, eri eg bangin fyri, sigur Hanneloes Pen, blaðkvinna á hollendska dagblaðnum, Het Parool.



Í kassa fyri seg

Høvuðsmaðurin fekk 18 ár

Málið hevur verið kannað í longri tíð, og sakarmálið móti høvuðsákærda Robert M. er liðugt. 21. mai fall dómurin móti manninum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 67 smábørn.
Høvuðsákærdi er Robert Mikelsons, føddur í Riga í Litava 14. september 1983, men gjørdist hollendskur ríkisborgari í 2008. Hann varð í 2003 dømdur fyri varðveitslu av barnapornografiskum tilfari í Týsklandi, meðan hann arbeiddi í einum barnagarði í Heidelberg.
Í 2004 giftist hann við Richard van Olffen, einum øðrum ákærdu í stóra málinum um barnaporno.
Frá 2007 til handtøkuna í desember 2010 arbeiddi hann í ymiskum barnagørðum í Hollandi.
Mikelsons viðgekk at hava gjørt seg kynsliga inn á 83 smábørn, men varð bert ákærdur fyri 67 føri, hetta tí at nøkur av foreldrunum ikki vildu útseta síni børn fyri upplivingini í rættinum.
Yngsta pinkubarnið var bert 19 dagar gamalt, tá Mikelsons gjørdi seg inn á tað kynsliga. Ágangurin fór fram á vøggustovuni, har Mikelsons arbeiddi, í heimum, har Mikelsons ansaði børnum og heima hjá Mikelsons og van Olffen.
Sambært ákæruvaldinum var Mikelsons ógvuliga ansin at fremja ágangin í heimum, har tjúkkar gardinur vóru fyri vindeyguni og eingi vakmyndatól inni. Hann gavst við at gera seg kynsliga inn á børnini, tá tey byrjaðu at kunna tosa.
Rættarmálið móti Mikelsons byrjaði 12. Mars, og dómur fall sum nevnt 21. Mai. Robert Mikelsons fekk 18 ára fongsul.