Mánadagin 6. september 1999 Kl. 15 letur »Fløvi« - dagtilhald fyri pensiónistar - uppaftur í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag, Við Hurð á Glyvrum.
Hetta er 10. árið, at dagtilhaldið hevur opið. Dagtilhaldið byrjaði sítt virksemið í september 1990.
Opið er vanligar dagar frá kl. 15-18.
Dentur verður lagdur á, at so nógv sum gjørligt koma at vitja. Biðið verður tí um, at tey sum óhjálpin eru, verða hjálpt av avvarðandi, soleiðis, at tey kunnu koma trygt til og frá staðnum.
Allir pensiónistar - í øllum aldri - í Eysturoynni, verða við hesum bjóðaðir vælkomnir at luttaka í teimum tiltøkum sum »Fløvi« - dagtilhald fyri pensiónistar skipar fyri í vetrarhálvuni.