Flóttafólkaprestur fegnast um dóm

Danski presturin, Leif Bork Hansen, fekk mánadagin harðari dóm í Landsrættinum fyri at hjálpa flóttafólkunum, sum herfyri komu til Føroyar. Men ólýdni presturin fegnast um dómin

Hjá Leif Bork Hansen hevur tað ongan týdning, at hann noyðist at gjalda 7500 krónur í bót úr egnum lumma fyri at hava hjálpt útvístu flóttafólkunum úr Eysturslavonia. Tað, sum hevur týdning hjá honum, er, at flóttafólkini ikki vórðu víst aftur til heimlandið, og at flestu flóttafólkini nú liva eina trygga og góða tilveru í Føroyum.

Lyngby-presturin hevði eisini annað at fegnast um. Ákærin kravdi, at tann treytaði dómurin uppá 20 dagar hefti, sum býarrætturin dømdi hann í fjør, varð gjørdur treytaleysur. Men tað vildi Eystari landsrættur ikki, og Leif Bork Hansen kundi fara úr rættarhølinum sum ein frælsur maður.


Varðveitir kragan

- Hetta er ein ótrúliga stórur lætti. Eg kann næstan ikki greiða frá tí. Beint áðrenn dómurin varð sagdur, visti eg als ikki, um eg mátti fara higani uttan mítt prestastarv. Eg eri ovurfegin, segði Leif Bork Hansen í regninum uttanfyri rættarbygningin.

Hevði Lyngby-presturin verið dømdur harðari revsing enn ein treytaðan dóm og eina bót, so hevði vandi verið fyri, at hann mátti leggja prestakragan frá sær. Men nú er ikki líkt til, at dómurin fær aðrar avleiðingar enn ávaringina, sum hann longu hevur fingið frá Kirkjumálaráðnum.

Margrethe Vestager, kirkjumálaráðharri, segði seg eftir dómin rokna við, at Leif Bork Hansen kann halda fram í starvi sínum. Hon hefti seg serliga við, at talan framvegis bert er um eina bót, og at rætturin ikki vildi døma prestin í teytaleyst hefti. Bótin hækkaði úr 2500 upp í 7500 krónur, men sum so er einki nýtt í dóminum, vísti kirkjumálaráðharrin á.

-Eg rokni við og gangi útfrá, at hetta ikki fær ávirkan á starvsviðurskiftini, segði Margrethe Vestager, sum kortini gjørdi greitt, at lógirnar skulu haldast og bert broytast á demokratiskan hátt.


Fylgdi samvitskuni

Teir seks dómararnir í Eystara Landsrætti vóru samdir um, at Leif Bork Hansen, hevur brotið lógina. Flóttafólkini úr Eysturslavonia høvdu ikki loyvi til at vera í Danmark, og Leif Bork Hansen hevði hjálpt teimum at savna inn pening. Hetta hevði hann ikki loyvi til, og tað er brot á útlendingalógina. Men hóast hetta helt rætturin fast um, at revsingin ikki skuldi gerast treytaleys.

Hjá rættinum hevði tað hevði onga ávirkan á dómin, at flóttafólkini nú eru komin til Føroya í øllum góðum. Men júst hetta hevði nógv at siga hjá Leif Bork Hansen, sum er sannførdur um, at hann hevur gjørt tað rætta.

- Tá eg sá seinastu flóttafólkini flúgva til Føroyar 16. oktober var tað ein ótrúligur lætti. Eg haldi meg ikki hava gjørt nakað ólógligt, og eg hevði gjørt tað sama einaferð afturat. Tað er altumráðandi at fylgja sínari egnu samvitsku. Annars ert tú einki, segði tann ólýdni Lyngby-presturin, eftir at tvey ára drúgva málið umsíðir var liðugt.

Leif Bork Hansen vónar, at hann nú kann leggja alt málið afturum seg og koma víðari. Hann takkaði samstundis teimum, sum hava hjálpt flóttafólkunum við pengum og á annan hátt.