Flóttafólk: Føroyar kundu eisini hjálpt

LANGLESNAÐUR: Føroyar kunnu eisini hjálpa til, heldur íslendskur fulltrúi.

Í dag er altjóða flóttafólkadagur. Í tí sambandi leggja vit her greinar um evnið, sum hava verið prentaðar í Sosialinum fyrr í ár. 

 

Hóast tað krevur nógv, so er vinningurin eisini stórur, og samfelagið fær eitt stórt tilfeingi, tá valt verður at bjóða flóttafólki friðskjól. Føroyar kundu eisini tikið ábyrgd og hjálpt flóttafólki, men umráðandi er at finna styrkina sum samfelagið hevur at bjóða, heldur Linda Rós Alfreðsdóttir, fultrúi í íslendska vælferðarmálaráðnum.

 

Linda Rós Alfreðsdóttir, fultrúi í íslendska vælferðarmálaráðnum, hevur drúgvar royndir at arbeiða við kvotaflóttafólki í Íslandi. Hon greiðir frá, at høvuðsendamálið við at taka í móti flóttafólki er at verja og bjarga lívum, og at veita flóttafólki møguleika til, at fáa eitt virðiligt lív.

 

Vit geva og fáa

Hon heldur, at í og við at Ísland tekur í móti flóttafólki og veitir ta hjálpina, so fær samfelagið eisini eitt stórt tilfeingi.

-Vit hava flóttafólk sum eru framúrskarandi borgarar, og sum eisini ríka samfelagið við at økja um ymiskleikan. Tað sum er mest umráðandi er, at vit geva ikki bara, men vit fáa eisini, tá fólk koma til Íslands, sigur Linds Rós Alfreðsdóttir.

-Tað eru ikki øll flóttafólkini, sum velja at vera verandi í Íslandi, men endamálið er, at fáa til vegar hjálp tá á stendur, og um tey velja at verða verandi í Íslandi, so er tað frálíkt, sigur Linds Rós Alfreðsdóttir.

Kvotaflóttafólkaskipanin

Ísland brúkar skipan til kvotaflóttafólk, og tað merkir at landið hevur bundið seg til at taka í móti einum ávísum tali av serliga útsettum flóttafólki árliga. Ísland hevur tikið í móti flóttafólki síðani 1956. Frá 1956 til 2016 eru 597 flóttafólk komin til Íslands.

Linda Rós Alfreðsdóttir greiðir frá, at tá tikið verður í móti fólki, sum hava tørv á hjálp, so verður spurt inn til hvørjir størstu tørvirnir hjá teimum eru, og kannað verður um Ísland fær møtt teimum tøvunum. Síðani verða tey kunnaði um Ísland, og tey tosa við umboðsfólk áðrenn tey taka avgerð um, hvørt tey ynskja at flyta til landið.

Linda Rós Alfreðsdóttir greiðir frá, at fólk aloftast vilja vita um tey fáa familjusamanføring, nær tey sleppa at ferðast og hvussu umstøðurnar eru í Íslandi fyri børn teirra.

-Tá flóttafólk eru komin til landið fáa tey bústað og innbúgv. Lokalsamfelagið hjálpir væl til, og hvør flóttafólkafamilja verður knýtt at eini íslendskari familju, sum hjálpir nýkomarunum at fóta sær. Frá familjuni fáa tey góð ráð og stuðul í gerandisdegnum, sigur hon.

Um vit kunnu, so kunnu hini eisini

-Eg haldi, at Ísland skal halda á við at taka í móti flóttafólki, tí tað megna vit væl. Hóast tað ikki er mín avgerð, so haldi eg at vit megna væl at taka í móti 50 fólki afturat um árið, sigur hon.      

-Eisini er upplagt, at Ísland lutar av royndum sínum, tí um Ísland hevur møguleika at taka í móti flóttafólki, so kunnu onnur lond eisini, sigur hon.

-Tað er ein frálíkur møguleiki at luta royndir okkara í Føroyum nú. Føroyar kundu eisini tikið í móti flóttafólki, tí hetta er ein spurningur um at vísa ábyrgd, sigur hon, tá hon verður spurd um, hvat Føroyar við sínum fáu 50.000 íbúgvum veruliga fær gjørt í flóttafólkakreppuni.

Hon leggur afturat, at um Føroyar stóðu í tí støðuni, at takast skuldi í móti flóttafólki, so verður mælt til at hyggja inn eftir, og vita hvat føroyska samfelagið hevur at bjóða. Bæði styrkin og veikleikin skulu passa til einstaka flóttafólki, sum flytur til landið.

-Í Íslandi hava vit fokuserað nógv á kvinnur í vanda, tí í Íslandi er javnstøða millum kynini, og samelagið er soleiðis skipað at einligar mammur hava góð arbeiðskor. Tí er hetta økið í fokus, sigur Linda Rós Alfreðsdóttir.

-Eisini hevur Ísland sett fokus á samkynd flóttafólk, tí tey flóttafólkini eru ofta hótt at lívinum í einum ótryggum landi, sum tey ikki hava møguleika at flyta úr, leggur hon afturat.

Hon heldur, at tað er umráðandi, at vit hyggja at hvar vit fáa gjørt størsta munin og hyggja at hvørjar styrkir samfelagið hevur. Eisini er umráðandi at veita sær kunning, og tosa við onnur úr hinum norðanlondunum, sum hava royndir innan økið. Tað er líkamikið hvussu stórt samfelagið er, tí vit møta øll líknandi avbjóðingum, sigur hon til endans.