Vit gerast alsamt meir tilvitaði um vistfrøði og fleiri og fleiri velja og raðfesta vistfrøðiligan mat og vøru annars.
Summir brúkarar keypa vistfrøðiliga vøru, tí hon er betri fyri umhvørvið, men fleiri velja vistfrøðiligt, tí tað er heilsubetri, vísir ein avstralsk kanning.
Heitið vistfrøði vísir til tilgongdina maturin er framleiddur á. Vistfrøðiligur matur verður framleiddur uttan kunstig evni, hormonir, antibiotika ella sproytieitur. Ílatingarevnini, søtievnini, haldevnini og armoaevnini skulu vanliga ikki vera íleguskoytt.
– At ein matvøra er vistfrøðilig, merkir at hon er framleidd eftir reglum, ið taka fyrilit fyri umhvørvinum og djóravælferðini. Vistfrøðiligar matvørur koma frá vistfrøðiligum landbúnaðum, ið uppæla og framleiða eftir vistfrøðiligum reglum. Eitt nú skulu bóndirnir forða fyri skaðadjórum, ókrúti og sjúkum uttan at brúka gift og sproytievni. Djórini í einum vistfrøðiligum landbúnaði eiga at fáa fríska luft, dagliga rørslu, dagsljós og annars liva so natúrligt sum gjørligt. Umframt hetta skal alt fóður í einum vistføðiligum landbúnaði lúka høg krøv innan haldevni, vakstrarhormonir og bakteriur. Tá tú velur vistfrøðiligt, velur tú at verja náttúruna og grundvatnið, tú fært færri íblandingrevni, tú stuðlar øktari djóravælferð og tú sleppur undan sproytievnum, sigur Sølvá Jansdóttir Joensen BA í føðslu og heilsu.
Vistfrøðilig grøði verður taðað við natúrligum tøði, og í vistfrøðiligum landbúnaði fáa djórini hvørki antibiotika ella hormonir. Vistfrøðiligur landbúnaður bøtur eisini um góðskuna av jørðini, minkar um dálking og er betri fyri umhvørvið.
Vistfrøðiligur matur er møguliga føðsluríkari enn matur, ið ikki er vistfrøðiligur. Kanningar av nøgdum av føðslu í vistfrøðiligum og ikki vistfrøðiligum mati vísa tó blandaði úrslit. Fleiri kanningar vísa tó, at matur framleiddur í vistfrøðiligum landbúnaður hevur fleiri antioxidantir og vitaminir so sum C vitamin, sink og jarn. Eisini vísa kanningar, at mongdin av nitrati í vistfrøðiligum landbúnaði er heili 30 prosent lægri enn í mati, sum ikki er vistfrøðiligur.
– Eingin veit við vissu at siga, hvussu sproytievnir ávirka heilsuna. Árliga verða tað gjørdar hópin at kanningum av grønmeti, frukt og øðrum matvørum. Til dømis ger DTU nógvar kanningar innan hetta øki, og vísa tøl at hvørt ár verður tað funnið restir av týningarevnum, eisini kallað pesitcid, í umleið tveimum triðingum av frukt og meira enn einum triðingi av øllum grønmeti. Lætt kann verða at villast í tilfarslistum við litevnum, e-numrum og haldevnum, men vil ein sleppa undan at fáa hesi evni í seg, er at velja vistfrøðiligt, sigur Sølvá Jansdóttir Joensen.
Sølva Jansdóttir Joensen heldur, at ynskir ein at minka um inntøku av sproytievnum, pesticium og haldevnum í matvørum og av ávísum orsøkum ikki ynskir at keypa 100 prosent vistfrøðiligt, so er snilt at hugsa um, hvat ein etur mest av. Eitt nú kundi ein valt at keypt vistfrøðiligan viðskera, brúkt vistfrøðiligt mjøl, sukur og ger í bakstri, ella velja at keypa vistfrøðiliga frugt og grønmeti.
Tað kann verða kostnaðarmikið, og tí nýtist alt ikki at verða vistfrøðiligt, men um ein er tilvitaður og ynskir at minka um farlig evni, er tað eitt gott hugskot at byrja spakuliga og velja sær nakrar vørur, ið altíð eru vistfrøðiligar.