Fløkjast í reglunum

AB tapti dystin móti Sumba á skrivaraborðinum, tí leikloyvið til Tom Iburg ikki skuldi verið útskrivað. Men tað var útskrivað, og sambært kappingarreglunum hevur leikloyvið endaligt gildi, tá tað er útskrivað. Men tað hevur tað kortini ikki?

Kæra

Hóast Sumba var á Argjum og leikti landskappingardyst tann 30. august í ár, so var tað ikki fyrr enn hóskvøldið, at endaliga úrslitið av dystinum fyrilá.
Á vøllinum var tað annars AB, sum vann dystin 2-0, men tá sumbingar gjørdust varugir við, at AB hevði gjørt nýtslu av einum ólógligum leikara, gjørdu teir av at kæra hetta.
Tað vísti seg tó, at viðkomandi leikari hevði leikloyvi, men hóast hetta, so gav kappingarnevndin Sumba viðhald, tí mett varð at loyvið var útskrivað á skeivum grundarlag. Hetta tí kappingarnevndin hevði móttikið skeivar upplýsingar frá AB í málinum.

Munur er á
Hetta vildi AB tó ikki góðtaka uttan. Vísandi til frágreiðingina til kappingarreglurnar fyri fótbólt segði AB, at eitt leikloyvi er eitt leikloyvi.
Í frágreiðingunum til kappingarreglurnar, sum at kalla er eitt undirskjal, har tulkingin av reglunum er nærri greinað, verður staðfest, at:
»Eftir galdandi reglum er ein leikari at meta sum lógligur leikari, tá hann hevur fingið loyvisbræv frá Fótbóltssambandinum. Hetta merkir í veruleikanum, at eingin spurningur kann setast við heimildina hjá einum leikara at leika fyri eitt felag, eftir at hann hevur fingið loyvisbræv frá FSF.
Spurningurin hevur ofta verið frammi í kærumálum, og niðurstøðan hevur altíð verið, at eitt felag ikki kann lastast fyri at ein leikara, sum hevur lógligt loyvisbræv.
Niðurstøðan er, at uttan mun til um flytingin hevur verið samsvarandi reglunum ella ikki, er leikarin at meta sum lógligur fyri felagið, tá FSF hevur útskrivað honum loyvisbræv.«
Men hóast tað stendur »uttan mun til« so er munur á, og hóast tað stendur » at eitt felag ikki kann lastast fyri ein leikara, sum hevur lógligt loyvisbræv« so kundi AB lastast fyri hetta.
Tað var í øllum førum niðurstøðan, sum dómsnevndin kom til, tá hon hósdagin tók endaliga støðu í málinum. Boðini haðani vóru, at dómsnevndin hevur gjørt av at staðfesta úrskurðin frá kappingarnevndini, og tað vil við øðrum orðum siga, at stigini fyri dystin framhaldandi eru í Sumba.

Geva AB apuna
Hóskvøldið fingu vit orðið á Tórálv Stenberg, sum er formaður í AB, og hann tóktist hava ilt við at skilja, hvussu dómsnevndin kundi koma til hesa niðurstøðu.
- Enn hava vit so bara fingið at vita, at Dómsnevndin staðfestir avgerðina hjá kappingarnevndini, og at vit so fáa bræv sendandi seinni. Men tað er eingin loyna, at vit eru sera skuffaðir, og fyri mær at síggja, so roynir kappingarnevndina við hesum at geva okkum apuna.
- Í niðurstøðuni hjá kappingarnevndini stendur at »Tað má leggjast til grund, at AB við vilja hevur kappingarnevndini skeivar upplýsingar, og at AB tí við vilja hevur virkað til, at kappingarnevndin hevur tikið avgerðina um at lata AB spæliloyvið hjá Tom Iburg undir skeivum fortreytum og við ítróttarligum fyrimuni fyri eyga.«
Altso er her talan um eitt stempul á AB, har tað verður staðfest, at felagið við vilja hevur roynt at fáa sær ítróttarligar fyrimunir grundað á ósannar upplýsingar. Og tað er serliga hetta, sum AB-formaðurin tykist vónbrótin um.
- Eg kann ikki siga annað enn, at vit eru ósamdur í niðurstøðuni, og at vit eru sera ósamdir í grundgevingunum, sum kappingarnevndin hevur fyri síni støðu.
- Tað er framvegis okkara fatan ? og tað vístu vit eisini dómsnevndini á ? at tá spæliloyvið var útskrivað, so er leikarin lógligur. Tað stendur jú staðfest í reglunum, at felagið ikki kann lastast fyri hetta, og tað stendur staðfest, at spurningur ikki kann setast við rættin at spæla, tá leikloyvið er útskrivað.
-Hartil er at siga, at kappingarnevndin hevur viðgjørt málið 5. september. Spæliloyvið varð útskrivað sama morgun, sum dysturin varð leiktur. Altso 30. august. Og í skrivinum frá nevndini stendur, at spæliloyvið verður tikið aftur dags dato. Altso 5. september. Men kortin verður so staðfest, at leikarin ikki hevði lógligt leikloyvi tann 30. september. Her er ikki samanhangur í, sigur AB-formaðurin.
- Og so verða vit eisini lagdir undir at hava roynt at svikað okkum til spæliloyvið. Vit handlaðu í góðari trúgv, tí vit trúðu, at spælarin var fluttur aftur til Føroya í summar. Og tí upplýstu vit hetta fyri kappingarnevndini. Tað hava vit eisini ført fram fyri dómsnevndini.
- At tingini so vóru øðrvísi er sjálvandi ein feilur, men tað má so vera uppgávan hjá kappingarnevndini at kanna hetta, áðrenn loyvið verður útskrivað. Tí haldi eg so sanniliga, at man hevur gjørt eitt mistak, tá neyðuga dokumentatiónin ikki er umbiðin. Tað er ein brølari, sum kappingarnevndin hevur gjørt, men sum vit nú svíða fyri.
- Og tá hugsað verður um umstøðurnar, so haldi eg tað eisini vera púrasta burturvið, at vit við vilja skuldu havt áhuga í at latið skeivar upplýsingar. Tann 30. august vóru framvegis seks umfør eftir at spæla. 18 stig vóru at spæla um, og sjálvandi vildu vit ikki risikera at nýta ein leikara, sum vit vistu var ólógligur, og sum tí kundi kostað okkum seks dystir, ella kanska í ringasta føri at verða tveittir úr kappingini.

Kostaði bronsuna
Soleiðis staðfestir formaðurin í AB, at hann als ikki kann góðtaka málsviðgerðina, soleiðis sum hon er farin fram, og at enda leggur hann so afturat, at Kappingarnevndin ikki ein gongd hevur fylgt sínum egnu reglum fyri viðgerð av kærum.
- Hóast vit bóðu um at fáa innlit í øll skjøl, sum viðvíktu málinum, so varð hetta ikki eftirlíkað okkum. Og tað staðfestir bara fyri mær, at her er ikki rætt farið fram, sigur altso Tórálvur Stenberg at enda.
Við hesum seinasta sipar hann til petti 14 í frágreiðingini til kappingarreglurnar. Her verður nevnliga staðfest, at fyri at málini verða so væl upplýst sum gjørligt, hava allir partar krav uppá at verða kunnaðir um alt tilfar í málinum. So er spurningurin bara, um at kunna og at fáa innlit í skjøl hevur somu merking.
Hvussu er og ikki, so stendur úrskurðurin um at Sumba skal hava stigini við. Ein avgerð, sum í núverandi støðu tykist vera avgerandi fyri bronsumerkini í deildini. Her er Sumba nú seks stig frammanfyri AB, men tann munurin hevði verið burtur, um stigini høvdu verði verandi á Argjum. Tí vildi AB undan seinasta umfarinum verið á triðja plássinum, og so er spurningurin bara, hvussu tað fer at tørna út, tá AB leygardagin vitjar í Klaksvík, meðan Sumba á seinasta leikdegi vitjar í Fuglafirði.