Aftan á tær nógvu seinkingarnar um vikuskiftið er fúgvingin við at koma aftur í rættlag nú. Atlantsflog sigur, at tey flestu flogførini flúgva eftir ferðaætlanini, men at nakrar broytingar eru.
Eitt nú er flogfar RC 470 til Billund útsett til klokkan 15, RC454 til Keypmannahavnar er útsett til kl. 18.30, og RC456 til Keypmannahavnar er útsett til kl. 21.30.
Nú á middegi skuldu nærri boð koma um RC255 til Reykjavíkar.
Tey bæði flogførini til Keypmannahavnar, sum vórðu útsett í gjár, fóru úr Vágum fyrrapartin.










