Minni kvotur í Norðsjónum og Írska havinum hava ført til trot á toski í Bretlandi. Hetta hevur eisini havt ávirkan á prísin á væl kenda enska rættinum, Fish and Chips.
Orsakað av, at tað er vorðið so torført at fáa fatur á toski í Bretlandi, er prísurin á Fish and Chips meira enn tvífaldaður.
Men bretar hava funnið eina loysn á trupulleikanum. Teir eru, sambæart blaðnum, Daily Mail, farnir at flúgva tosk, úr Noregi, Íslandi, og Føroyum til Bretlands.
Hans Johannes á Brúgv frá Føroya Fiskasølu sigur seg kortini ikki vita um nakrar serligar nøgdir av fiski, ið eru sendar við flogfari úr Føroyum til Bretlands.
Hann metir heldur ikki, at tað loysir seg at flúgva fisk úr Føroyum á Bretska meginlandið. Teinurin úr Føroyum til Skotlands við skipi er nevniliga so mikið stuttur, at eingin serligur munur er á um fiskurin er sendur við flogfari ella skipi.