Bólkur: maður:glotti
Fløguheiti: Land
Útgávudagur: 7. juli 2008
Plátufelag: Tutl
Fløgu ummæli
Sunneva Háberg Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Tað tykist vera eitt nokso intimt samfelagsligt kjak í løtuni um maður:glotti. Eg havi inntrykk av, at fólk antin elska ella hata bólkin. Summi halda hann vera vánaligan og amatørsligan. Tey á hinari síðuni halda hann vera egnan og áhugaverdan. Eg eri ein av teimum, sum haldi meg skilja teir nokso væl; Ova og Messell. Eg haldi nevniliga ikki, at tað er so kompliserað. Tað hevur ikki tørv á at analyserast so nógv. Tað hevur bara ein fullkomiliga nattúrligan kultstatus og eigur harvið bara at fatast og virðast fyri tað, ið tað er. Og tað, sum tað er, er eitt savn av onkuntíð humoristiskum, onkuntíð álvarsomum kærleikssangum og persónslýsingum við einari rúgvu av spennandi elektroelementum og sveimandi melodium.
Lekkur elektronisk groove við hittpotentiali
Nýggjasta fløgan hjá maður:glotti, Land, er einki undantak. Hon er stuttlig og speisk, samstundis sum hon er tónlist at taka í álvara. Frágreiðandi, sveimandi røddirnar eru fjollutar og gera tónleikin á onkran hátt barnsligan, men tað ger hann ikki minni egnan og áhugaverdan at fylgja við í.
Eitt, sum er nokso gjøgnumgangandi í fleiri av løgunum, er at syngja tekstin fleiri ferðir ígjøgnum uppá fleiri mátar. M.a í »Einslingurin«, »Úlvurin«, »Urðin« og »Hugurin«. Eitt annað gjøgnumgangandi er, at gittarin verður brúktur sum rútma. Messell spælir ikki bara feit riff, men er eisini rútman í fleiri av løgunum. Og at hava ein vanligan kassagittara á hendan hátt saman við elektroniska universinum hjá Ova haldi eg riggar knasandi væl og ger ljóðmyndina hjá teimum heilt egna og serstaka.
Fløgan er, øll sum hon er, proppað við feitum, groovutum elektroniskum rútmum og basslinjum og fangandi løgum. Eg kann nevna fyrsta lagið »Kossurin«, »Stjørnuhópurin«, »Túrurin«, »Lyklasmiðurin«, »Dansurin« og »Føroyingurin«, harav tey bæði seinast nevndu eru tey, ið eg haldi hava størst hittpotentiali á útgávuni. »Kossurin« og »Lyklasmiðurin« kundu eisini blivið til hitt, men eg rokni við, at tekstirnir eru ov ónærisligir til, at løgini fara at blíva spæld í almennu miðlunum her. Kom og mótprógva meg!
Kærleikssangir og persónslýsingar
Tað er eitt ordiligt elektrofeel yvir tónleikinum, ið saman við kassagittaranum og einari trompet, sum hoppar inn innímillum, gevur eina stuttliga samanseting av jazzi, tekno, singer/songwriter og funk. Eg havi tað torført við at hoyra nakran beinleiðis íblástur, sum eg giti bara kemur beint frá baklandinum hjá Ova og Messell. Kanska eitt sindur her heimanifrá av Side Effect, nakað av MC Hár og so ein rúgva av inputti frá øllum tí, ið teir hava upplivað og hoyrt ígjøgnum lívið.
Fleiri tekstir eru ógvuliga súmbolskir og siga nógv um nógv; m.a um uppvøkstur, tolsemi, at vera øðrvísi, kærleika og lívið sum heild.
Kanska stuttligasta lagið haldi eg vera »Lyklasmiðurin«, sum sjálvandi fær ein at hugsa um lykilin sum kynslutin hjá mannfólkinum. »Ein lykil til lívið havi eg fingið, hann buglar í lummanum. Hann hevur opnað nógvar stongdar hurðar. Skal eg opna teg?« Ein ógvuliga beint fram og erligur spurningur, spyrt tú meg.
So hava vit fittu kærleikssøgurnar. M.a í »Føroyingurin«, sum er ein søga um føroyingin, ið man ikki veit, hvør er, men sum hann í sanginum vil hitta. Eins og kærleikssøgan í »Bussurin«, har hann er hugtikin av einum, sum hann sær í bussinum hvønn morgun. Og »Dansurin« um at dansa saman við tí persóninum, sum man er góður við.
Vit hava eisini »Túrurin«, ið øgiliga lætt kann skiljast sum ein frágreiðing um handan lutin, ið tú kanst ogna tær at fornøja teg sjálvan við. »Lat meg sleppa ein túr á (rørslu-) súkkluni hjá tær. Gjørd úr lættasta stáli. Tú kanst hava hana við tær, hvagar tú enn fer. Klár at taka fram, um hugurin skuldi stungist uppá teg.« Men so er spurningurin, um hesar gitingarnar hjá mær eru rættar, ella um tað bara er mín heili, ið er innstillaður at hugsa í hasa ættina?
Tað mest provokerandi og óbehagiliga lagið haldi eg er »Urðin«. Gevur mær gásarhold og fær meg at kenna frustratiónir og óhugna um allan kroppin. Teksturin er »Skræð meg upp, rannsaka meg«, meðan tað verður skríggjað, skavað og eymkað. Røddin er eisini í støðum so tvistað, at tað blívur heilt óhugnaligt. Men skil meg rætt: lagið er eisini millum tey mest hugtakandi á fløguni, orsakað av hesum ógvusligu kenslunum, ið tað setur í ein.
Gjøgnumført kaotiskt
Kenslan, sum eg siti eftir við nú aftaná at hava brúkt fleiri tímar til at hugsa um maður:glotti og teirra tónleik, er, at eg haldi tað vera ordiliga gott við slíkum útgávum. Tað er stuttligt, og tað prikar til fólk uttan at fara ov langt. Tað gevur pláss fyri og skapar kjak um nøkur evnir, sum vit heilt sikkurt hava tørv á at fáa meira av plássi fyri og kjaki um her í okkara samfelagi.
Eg haldi eisini, at bygnaður, ljóð og samansetingar í teimum flestu løgunum er væl gjørt. Tað má krevja nógva tónlistarliga fatan at seta so nógv ljóð, so nógvar røddir og rútmur saman og fáa tað at vera so kaotiskt og samstundis so gjøgnumført í senn, umframt at klára at halda ljóðmyndina niðri á einum rættiliga minimalistiskum støði.
Fýra út av seks herfrá. Eg gleði meg longu til næstu útgávuna.
Og var tað nakar, sum fangaði, at heitini á løgunum øll enda við -urin? (!)
Hoyr »Føroyingurin«
og »Dansurin« á
myspace.com/maurglotti