Í aríl í 2008 varð Pickin’ Time in Nashville send á marknaðin, og við brestin gjørdist Kyss Ein Eingin Hvønn Morgun eitt rimmar hitt á føroysku útvarpsstøðunum. Men tað var nú ikki tað, sum Hallur hevði í huganum, tá hann fór undir fyrstu útgávuna.
- Pápi mín var bara 54 ár, tá hann doyði. Seinasta kvøldið, sum hann var á lívi, sótu vit báðir og jammaðu, og so var hann bara farin. Ein hending, sum sjálvandi setti síni skelkandi spor hjá einum 17 ára gomlum unglingi.
- Tað gingu tó nógv ár, áðrenn hugskotið um fløguna kom. Eg flutti aftur til Føroya í 2007, og nakað seinni segði systir mín við meg, at hon hevði funnið nakrar myndir av pápa okkara, og tað var akkurát hetta, sum setti ferð á.
- Er lívið veruliga so einfalt, hugsaði eg. Er tað bara so, at tú fert av foldum, og so eru bara nakrar myndir eftir. Tað vildi eg ikki, og tí setti eg mær fyri, at eg skuldi gera eina fløgu til pápa mín. Eina fløgu, við góðum country-tónleiki, júst sum tað, ið vit báðir plagdu at lurta eftir. Hvat hetta kostaði, legði eg ikki tað stóra í. Eg vildi heldur gera hetta, og so betala rokningina næstu 20 árini, ístaðin fyri at brúka pengar til ein dýran bil ella onkran annan brúkslut, sigur Hallur.
Men rokningin gjørdist tó ikki tann stóra, tá avtornaði.
- Eg skuldi sjálvur ein túr til Danmarkar sunnudag, sum fløgan kom út mánadag. Oddbjørn, bróðir, hevði lovað at fara runt at selja fyri meg, og sjálvur vónaði eg, at eg kundi røkka einum 1.000 fløgum ella so. Tí var tað ein skelkur av teimum heilt stóru, tá Oddbjørn ringdi til mín hósdagin við boðunum um, at hann hevði selt 3.000 eintøk! Vit høvdu bara prentað 2.000 eintøk, so tað var einki annað at gera enn at bíleggja fleiri eintøk, sigur Hallur, sum síðani hevur verið ókrýndi coyntry-kongurin í Føroyum.










