Fløgan hevur verið ávegis í 20 ár

18. apríl gevur danski bólkurin Littlefish, við føroyska trummaranum Fríða Øster, sína fyrstu fløgu út. Á fløguni samstarvar bólkurin við millum annað Tim Christensen, ið bæði syngur, spælir við og hevur hjálpt við at leggja tónleikin til rættis

Tað eru 20 ár síðan, at sangarin Henrik Berger stovnaði bólkin Littlefish saman við millum annað bassleikaranum Dennis Andreasen. Bólkurin spældi sína fyrstu framførslu í Det Bruunske Pakhus
í Fredericia í 1994. Hetta var árið, tá Edmund Joensen gjørdist løgmaður í Føroyum, John Petersen gjørdi 22 mál í 22 dystum fyri GÍ, Kurt Cobain doyði og Justin Bieber varð borin í heim.

Í 1999 hittu teir føroyska trummaran Fríða Øster, ið hevur verið limur í bólkinum líka síðan. Men hóast teir hava spælt nógv og skrivað útivið 100 sangir hesi árini, náddi Littlefish at gerast 20 ára gamal, áðrenn fyrsta útgávan “The Gordian Knot” nú verður givin út.

Fríði Øster greiðir frá, at tað eru nógvar ymiskar orsøkir til, at tað tók so nógv ár at fáa útgávuna lidna.

- Ja, tað er ein long søga, fyrst og fremst hava vit ikki fingið ein útgávusáttmála, ið vit hildu vera nóg góðan fyrr enn nú, og so er nógv annað, t.d. hava vit búð í ymiskum býum, og tí er tað torført at samskipa tað, greiðir Fríði frá.

Bólkurin hevur í fleiri umførum, spælt demoir inn, ta fyrstu í 2004, men eingin av hesum er útgivin. Hesa útgávuna byrjaðu teir at spæla inn í 2008, og hon varð ikki liðugt innspæld fyrr enn farna heyst.

Bassur spældur 3 ferðir
- Vit hava fleiri ferðir havt steðg í upptøkunum, fyrst fór bassleikarin úr bólkinum, og vit fingu ein annan, ið so spældi allan bassin inn av nýggjum. Men so spurdi Dennis, ið er upprunaligi bassleikarin, um hann kundi koma við í bólkin. Hann fór upprunaliga burturúr í 2002, av persónligum ávum, men var nú klárur at koma aftur. Hann er ikki bara ein av stovnarunum, men eisini ein vinmaður hjá okkum, so vit koyrdu hin bassleikaran burturúr, og so hevur Dennis spælt bassin inn eina triðju ferð, sigur Fríði.

Hann er tó glaður fyri endaliga úrslitið og er spentur at vita, hvussu móttøkan fer at vera.
Tí the Gordian Knot er 11 vælsneiddir rokksangir, sum bæði krevja pláss og fevna um ein feril av sorgblýdni. Her er okkurt til mannfólkini og okkurt til konufólkini, sigur Fríði.

Tim Christensen spælir við
Fyritreytirnar fyri at fløgan skal gerast ein, ið fólk varðnast, eru góðar, tí við sær á útgávuni hava Littlefish eitt tað størsta danska tónleikanavnið, Tim Christensen, ið hevur givið sítt íkast til fløguna og framleitt sangvokalin í Medley upptøkuhølunum. Tim Christensen syngur eisini kór á fleiri av løgunum og spælir mellotron, ið er eitt serligt slag av urgu, ið spælir sum eitt heilt orkestur, við øðrum orðum eitt slag av eldri ljómborði.

- Vit kenna væl Tim, og tá vit skuldu í upptøkuhøli, so vildi hann gjarna við. Vit møttu honum fyri nógvum árum síðan, tá vit tóku eina demo upp í Medley, og hann og Henrik sangarin hjá okkum gjørdust beinanvegin væl, og Tim kom aftur at vitja, og síðan eru vit vorðnir vinmenn, greiður Fríði frá.

Tim Christensen var við bólkinum í venjingarhølinum áðrenn farið var í upptøkuhølið, her hjálpti hann millum annað við at leggja ræddirnar til rættis.


Roynt samstarv
Løgini eru innspæld ymisk støð. Trummur og sangur á fimm av løgunum eru innspæld í tiltiknu Medley-upptøkuhølunum í samstarvi við Søren Andersen. Bass, gittar og vokalur til eitt av
løgunum er innspælt í InHouse Studio, meðan restin av vokalinum tikin upp í venjingarhølunum hjá
Littlefish.

Fløgan er ljóðblandað av Tim H. Andreansen, sum hevur ljóðblandað eitt nú Mew og Tim Christensen, og mastrað av Emily Lazar, sum hevur samstarvað við til dømis Foo Fighters, Depeche Mode og David Bowie.

Tað er Tutl, ið gevur fløguna út saman við Littlefish, og Fríði sigur, at hetta er ein avleiðing av, at danska tónleikavinnan er so rotin.

- Vit hava tosað við fleiri plátufeløg, men eru ongantíð vorðnir samdir við nakað felag, tí avtalurnar, ið vit hava fingið boðið, eru slett ikki nóg góðar. So valdu vit at royna í Føroyum, og her fingu vit eina avtalu við Tutl, sum vit eru nøgdir við, sigur Fríði.


Livir av tónleiki
Fríði Øster er sonur gittarsnillingin Ólav Øster. Hann hevur búð í Danmark síðan í 1996. Á føroyska tónleikapallinum hevur Fríði m.a. spælt við bólkum sum Kjølar, Utopia, MC-Hár, Lisa Sær Dupult og Ikaroz. Hann hevur eisini í fleiri umførum spælt saman við pápa sínum, tá hann hevur verið í Føroyum.

Fríði er yrkistónleikari burturav, lutvíst við at spæla í Littlefish og øðrum bólkum, ið sambært Fríða nokk kunnu lýsast sum at spæla til dans. Harumframt undirvísir hann í trummuspæli.

Hann býr í Fredericia, har hann trívist væl.
- Ja, eg búði í Keypmannahavn nøkur ár, tí eg væntaði, at hava meira at gera við tónleikin, enn eg hevði í Fredericia, men mær dámdi nógv betur tónleikapallin í Fredericia, so eg flutti heim aftur til Fredericia, og her hava vit tað gott.


Nýggja fløgu skjótt
Fríði sigur, at í løtuni leitar bólkurin eftir spælingum og leggja síðstu hond á eina konsertferð í Danmark. Fríði dylir heldur ikki fyri, at teir kundu hugsað sær, at komið heim til Føroyar at spælt. Men veit eisini, at hetta kann gerast trupult í ár, tí fløgan kemur út so stutt uppundir summarfrítíðina, men vónin er, at komandi ár skal spælast á onkrum føroyskum festivali.

Ætlanin er, at fara í upptøkuhølið skjótt aftur, og spæla inn eina nýggja útgávu, tí bólkurin eigur so øgiliga nógv tilfar.

- Hesaferð skal tað ikki taka 20 ár, flennur Fríði.

The Gordian Knot kemur út 18. apríl 2014 sum LP, fløga, á Spotify og iTunes.