Paris Hilton hevur bert gott at siga um komandi fløguna hjá Britney. Herfyri kom Paris við einum úttalilsi, ið avdúkar, at hon hevur hoyrt alla ta komandi fløguna hjá Britney, ið hevur heitið Circus.
- Eg elski hana. Eg haldi, at nýggja fløgan hjá henni er fantastisk. Britney er bara so vøkur og sær eisini fantastisk út nú, eg eri veruliga glað hennara vegna, sigur kendi hotell-arvingurin Paris Hilton.
Vit onnur mugu bíða til desember mánað til at hoyra fløguna, men stakfløgan Womanizer hevur í øllum førum klárað seg væl á hittlistunum.
Listin yvir sangunum á amerikansku útgávuni er almannakunngjørdur og sær soleiðis út:
1: Womanizer
2: Circus
3: Out from under
4: Kill the lights
5: Shattered glass
6: If u seek Amy
7: Unusual you
8: Blur
9: Mmm papi
10: Mannequin
11: Lace and leather
12: My baby
13: Radar
14: Rock me in