Fløga við vísum av Bryggjubakka

Fløga við vísum av Bryggjubakka

Í dag kemur forkunnug tvífløga út við táttum og vísum av Bryggjubakka. Á útgávuni syngja nakrir av okkara bestu táttasangarum ella -kvøðarum. Upptøkurnar eru frá ymsum undirhaldssendingum í Útvarpi Føroya, nevnast kunnu Leygarkvøld á Bryggjubakka, Studentakabarettin frá 1957, Leypársmessa, Lippukassin, Bókadagshald. Harafturat koma ymsar ólavsøkusendingar.

 

Millum tey, sum syngja ella kvøða, eru Martin Tórgarð, Bjarni Mohr, Oskar Hermansson, Tummas Napoleon Djurhuus, Hans Thomsen, Hermann Jacobsen, Eyðun Johannesen og brøðurnir Eilif og Flemming Samuelsen.

 

- Leingi hevur verið sóknast eftir føroyskari kjakmentan, og hálærdir granskarar eru komnir til ta niðurstøðu, at hon finst ikki. Men her eru 41 frálík dømi um føroyska kjakmentan, siga útgevararnir.

 

- Henda skaldskapargrein er so óheft, frí, rúmlig, vælkend og samstundis undirmett av teimum ráðandi, at kjakhugaðir og atfinningarsamir føroyingar hava valt at nýta hana til samfelags-, mentanar- og virðiskjak. Teir vistu, at fjøldin í Føroyum heldur vil hoyra ein góðan tátt enn lesa eina álvarsama blaðgrein. Tað er jú eisini so, at blaðgreinin verður sjáldan lisin meir enn ta einu ferðina, men hvussu ofta verður ikki ein góður táttur sungin ella kvøðin.

 

Fløguhúsan hevur Sára Finsdóttir gjørt, Tórður Johannesarson hevur lagt tilfarið til rættis, Finnur Hansen hevur ljóðviðgjørt, Súni Selfoss hevur talgildað, og forlagið Glint gevur út. Fløgan kostar 169 kr.