Fjórði venjarin fær bann

Trygvi Mortensen varð í gjár burturvístur, tá NSÍ tapti 1-0 fyri B36

Landskappingin í fótbólti hjá monnum er komin ein triðing av vegnum. Níggju umfør eru spæld av teimum 27, og longu nú fær fjórði venjarin bann frá FSF.

 

Les eisini: Samrøðan við Trygva Mortensen um dystin og útvísingina

 

Í gjár bleiv Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, burturvístur stutt fyri tíð. Hann fær sostatt bann frá FSF. Hann er fjórði venjarin, sum fær bann hetta kappingarárið. Hinir eru Eyðun Klakstein(KÍ), Sigfríður Clementsen(Víkingur) og Bill M. Jacobsen(AB).

 

Les eisini: B36 er aftur á tindinum

 

Stutt fyri tíð bleiv Monrad Holm Jacobsen skaddur, tá hann fór upp at skalla og fór umkoll. Hann lendi skeivt og breyt yvirarmin. Hendingin fekk øði í spælarar og venjarar á bonkinum hjá NSÍ. Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, var so harðmæltur, at Petur Reinert valdi at burturvísa hann.

 

Les eisini: (Video) Samandráttur frá B68-KÍ 5-3

 

-       Hatta sigur mær hvørki eitt ella annað. Eg eri bara keddur av at vit ikki skora, sigur Trygvi Mortensen um útvísingina.

 

Les eisini: Teitur dugur ikki at tippa

 

-       Um Petur Reinert heldur at hatta var so álvarsligt, at eg skal út um at standa, so skal eg fegin fara út um at standa. Eg veit ikki hvat hann vildi við hasum, sigur Trygvi Mortensen við Rás2 og leggur afturat:

 

Les eisini: (Video) HB vinnur 2-0 á Skála

 

-       Okkara spælari blívur jarðlagdur og vit fáa hvørki eitt ella annað. Tíbetur fingu vit steðgað onkrum av okkara spælarum, tí teir vóru meiri óðir enn eg var. Onkuntíð skilji eg ikki alt, men kanska skal man ikki skilja alt, sigur Trygvi.

 

NSÍ hevði nógvar møguleikar at fáa útjavnandi málið, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið.

 

-       Vit vóru nógv betri enn B36 í dag. Vit hava fleiri møguleikar, men fáa ikki mál. So gera vit ein lorta feil og verða revsaðir, staðfestur Trygvi Mortensen

 

Tí verður tað sostatt Helgi L. Petersen, hjálparvenjari hjá NSÍ, sum kemur at standa á odda fyri NSÍ til komandi dystin, sum verður móti AB á Argjum.