Fjórði hvør ivast hvar krossurin skal setast

Talið av teimum veljarum í Noreg, sum ikki vita, hvørjum teir skulu atkvøða fyri á Stórtingsvalinum, er hækkað munandi undir valstríðnum.

 

Ivin hjá norsku veljarunum veksur, nú stórtingsvalið stundar til um slakar tvær vikur. Næstan ein millión vita ikki, hvar tey skulu seta krossin.

 

Ein kanning fyri NRK vísir, at talið av teimum ivandi er vaksið við 165.000 krónur gjøgnum summarið til 910.000.

 

3,64 milliónir norðemnn høvdu valrætt á seinasta vali í 2013, vísa tøl á heimasíðu Stórtingsins.

 

Seinasta kanningin er ikki hugaligur lesnaður hjá Arbeiðaraflokkinum, sum fór 4,6 prosent aftur upp á bara eina viku.

 

Bara 58 prosent av teimum, sum atkvøddu fyri flokkinum á seinasta vali, siga sambært NRK, at tey fara at endurtaka tað.

 

Hjá Høyre, sum nú er í minnilutastjórn við Framburðsflokkinum, er støðan hin sama.

 

Ivin stendst av, at hvørki stjórnin ella andstøðan hava lagt nakra ætlan fram fyri Noreg, heldur viðmerkjari í Dagsavisen.

 

– Eg haldi, at tað sigur nakað um tónan í valstríðnum. Vit hava eina stjórn, sum fer til val uttan nakað prosjekt fyri Noreg. Og Jonas Gahr Støre hevur sama trupulleika, sigur Hege Ulstein.

 

Jonas Gahr Støre er formaður í Arbeiðaraflokkinum. Hann kom til valdið í 2014, tá Jens Stoltenberg legði frá sær fyri at gerast NATO aðalskrivari.

 

Í síðstu kanning stendur Høyre við forsætisráðharranum Ernu Solberg á odda til at gerast størri enn Arbeiðaraflokkurin.

 

Tað er ikki hent síðani 1924.

 

Umhvørvisflokkurin Tey Grønu, og Sosialistiski Vinstraflokkurin eru báðir oman fyri sperrumarkið í kanningini.

 

Miðflokkurin gongur eisini fram. Flokkurin stendur til at fáa 10,6 prosent av atkvøðunum.

 

Val verður í Noreg mánadagin 11. september.

 

/ritzau/