Fjórði hvør hevur minni álit á KVF

Fjórði hvør hevur minni álit á KVF, fimti hvør hevur størri álit, meðan restin ikki hevur broytt støðu eftir dómin í rættarmálinum millum Jørgen Niclasen og tíðindafólkini.

 

Fjórði hvør hevur minni álit á KVF, fimti hvør hevur størri álit, meðan restin ikki hevur broytt støðu eftir dómin í rættarmálinum millum Jørgen Niclasen og tíðindafólkini.

 

Dia Midjord, kringvarpsstjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, og Jan Lamhauge, tíðindamaður í Kringvarpinum, vóru í Føroya Rætti í gjár, saman við Sveini Tróndarsyni, tíðindamanni, funnin sek í ákærunum fyri ærumeiðing av Jørgeni Niclasen.

 

Í kjalarvørrinum av dóminum hevur nakað av prátið verður um, hvussu hetta fór at ávirka trúvirðið hjá Kringvarpinum millum manna. Millum annað søgdu bæði Dia Midjord og Rúni Heinesen í sendingini Radarin í Kringvarpinum í gjár, at trúvirðið hjá stovninum møguliga hevði tikið skaða.

 

Ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið bendir á, at dómurin ikki hevur broytt fatanina hjá fólkum flest.

 

55 prosent av teimum 527, ið spurd eru, siga, at dómurin ikki hevur broytt teirra álit á tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum. 24 prosent av teimum spurdu siga seg hava minni álit, meðan 21 prosent siga seg hava størri álit á kringvarpinum.