Seinasta hósdag fór ein nýbygningur til Fjord Line av bakkastokki í Gdansk í Póllandi, og samstundis fóru menn á somu skipasmiðju undir stálarbeiðið til eitt skip afturat til sama reiðarí.
Tey nýggju skipini eru 170 metrar long, og eru bygd til at sigla í Norðsjónum. Tey eru góðkend til 1.500 ferðafólk, hava 306 kømur, og teimum niðaru dekkunum er pláss fyri 600 bilum, lastbilum og trailarum. Skrokkurin til tað fyrra skipið verður nú sleipaður til Noregs, har skipið skal gerast liðugt á Rissa-skipasmiðjuni.
Tað fyrra skipið fær navnið "Stavangerfjord", og tað seinna skal eita "Bergensfjord", og skipini skulu sigla ruturnar Bergen - Stavanger - Hirtshals og Hirtshals - Langesund. Gongst sum ætlað, verða bæði skipini sett í sigling næsta ár.
Fjord Line rekur frammanundan ferjusigling millum Bergen, Stavanger og Hirtshals, og um summarið hevur felagið eina skjóttgangandi ferju millum Kristiansand og Hirtshals.