Gjamma.com fer at skipa fyri enn einari konsert leygarkvøldið 14. mars.
Hesaferð verður talan um eina countrygospel konsert við fýra ymiskum nøvnum á plakatuni.
Kristina, Hallur og Beddi, Heine lützen, Blátt Gras og Midnáttarsangbólkurin fara at framføra á konsertini, sum verður í Nebo á Toftum hetta kvøldið. Konsertin byrjar klokkan 21.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Andrew Djurhuus frá Gjamma um konsertina.