Tað var Ulla Thorbjørn Hansen, sum er sóknarprestur í dómkirkjuni í Roskilde, sum prædikaði í kirkjuni á Eiði fyrrapartin.
Nú klokkan 19 er konsert á Eiði við urguleikaranum Sven Verner Olsen. Aftaná fer Ulla Thorbjørn Hansen, sum er herprestur, at halda fyrilestur í Karmel um arbeiðið sum prestur hjá teimum donsku hermonnunum í eitt nú Afghanistan og Kosovo.
Undir fyrilestrinum fer hon at vísa myndir frá tíðini sum herprestur, har prestakjólin varð skiftur út við ein eyðkennisbúna, og guðstænasturnar vóru undir opnum himli ella í tjaldi.